Samstarvspartar
Skúlaleikir er eitt stórt felags átak, og árini fara vónandi at prógva, at tá vit øll lyfta í felag, so koma vit langt og fáa øll við.
ÍSF samskipar Skúlaleikir, men samstarvspartarnir eru nógvir og avgerandi.
Sambondini
Viðkomandi sambond undir ÍSF leggja stóra orku og tíð Skúlaleikir. Tey hava verið við til at ment undirvísingartilfarið og koma at standa fyri fyrsta undirvísingartímanum úti í flokkunum. Eisini skipa tey undan leikirnar og stóra landsstevnudagin.
Fyri sersambondini er hetta ein spennandi verkætlan, tí vónin er, at fleiri børn og ung fara at fáa íblástur og árræði til at gerast virkin í feløgum kring landið.
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur verið við í æltanarleggingini frá byrjar, og tey hava góðkent og tryggja, at verkætlanin hóskar inn í gerandisdagin á skúlunum.
Eisini tryggjar Undirvísingarstýrið og Nám, at lærarar fáa møguleika at fara á skeið, og at tímar verða lagdir afturat núverandi tímmum til vikarar, soleiðis at Skúlaleikir ikki ávirka núverandi skeiðstilboð.
Kommunufelagið
Kommunufelagið hevur verið við í ætlanarleggingini frá byrjar, og hevur víst Skúlaleikum vælvild. Á fundi í kommunufelagnum varð semja um, at hvør kommuna stuðlar við øllum ferðaútreiðslum fyri sínar egnu borgarar. Hetta tryggjar, at skúlar ikki nýtast at gjalda nakað fyri at vera við, og frá royndum vita vit, at hetta er avgerandi fyri, at eini slíkari verkætlan er lívið lagað.
Fólkaheilsuráðið
Fólkaheilsuráðið er partur av Skúlaleikum við at skipa fyri fólkaheilsuvikum úti á skúlunum.
Ætlanin er, at vit hesa vikuna varpa ljós á kost og rørslu, og við forvitnisligum uppgávum fáa næmingarnir innlit í, hvønn týdning rørsla hevur í gerandisdegnum. Vónin er, at rørsla kann gerast partur av fleiri lærugreinum, skúlagarðinum og gerandisdegnum yvirhøvur.
Fróðskaparsetrið
Helgi Winther Olsen hevur ábyrgd av ítróttaligu góðskuni í Skúlaleikum. Hann hevur ment undirvísingartilfarið saman við sambondunum. Helgi Winther Olsen fer eisini at standa fyri eini granskingarverkætlan, sum skal staðfesta, um hesin háttur at skipa ítróttatíman er við til at skapa rørslugleði og hug til at íðka hjá næmingunum. Eins og tað er áhugavert at staðfesta, um fleiri hava valt at gerast virkin í feløgum kring landið.
Hartil er avtala gjørd við Námsvísindadeildina um, at Skúlaleikir verður eitt evni, ið tey læraralesandi, ið velja ítróttarbreytina, fáa undirvísing í.