
Skúlaleikastevnur fyri miðdeildir 2026
Allar stevnur fyri miðdeild í Skúlaleikum verða hildnar í Gundadali í Tórshavn dagarnar frá 17. mars til 19. mars. Vit savna ein heilan skúalárgangi til ítrótt, rørslugleði og felagsskap. Næmingatalið liggur millum 652 og 682 næmingar. Hetta verður STÓRT! 4. flokkar hava stevnu týsdagin 17. mars 2026 Ítróttagreinanar eru: Flogbóltur, borðtennis, hondbóltur og frælsur ítróttur.









