Vælkomin til Skúlaleikir

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Flestu børn røra seg eitt sindur í óskipaðum spæli. Tey klatra, hoppa í trappum og gera ymsar aðrar grundleggjandi spælandi rørslur, ið svara til teirra menningarstig. Ætlanin við Skúlaleikum er at flætta hesar spælandi rørslurnar inn í nakrar ítróttagreinar, sum verða tillagaðar menningarstigið hjá næmingunum. Kravið er einfalt: tað skal vera stuttligt, og øll skulu kunna vera við.

Vónin er, at Skúlaleikir fara at kveikja ein áhuga í rørslu og spæli í gerandisdegnum – eisini uttanfyri skúlatíð.

Skúlaárið 2024/25 

  • 4. floks næmingar fara at royna seg í frælsum ítrótti, flogbólti, hondbólti og borðtennis.
  • 5. floks næmingar fara at royna seg í innirógving, badminton og tennis (softtennis).
  • 6. floks næmingar fara at royna seg í kurvabólti og bogaskjóting.

Alt byrjar við, at ítróttalærarin skrásetur sín flokk og meldar seg til skeið á Námi.

Skráin fyri skúlaárið 2024/25 sær soleiðis út: 

Skráin fyri skúlaárið 2024/25:

  • Juni 2024: Tilmelding til skeið í Skúlaleikum (freistin er fyrst í juli 2024) 
  • Juni – august 2024: Tilmelding til Skúlaleikir (freist 1. sep. 2024)
  • September 2024: Skeið í Skúlaleikum verða í september 2024. 
  • September 2024 – mars 2025: Ítróttalærarar brúka undirvísingartilfarið og kunnu skipa sína undirvísing. Um tit hava biðið um undirvísingin, seta umboð frá sambondunum seg í samband við tykkum at avtala eina skúlavitjan. 
  • Várið 2025: Undanstevnur og landsstevna verða settar á skrá á vári 2025, har øll sleppa at royna seg. 

Niðanfyri kanst tú lesa um skúlaleikir stig fyri stig:

Skúlaleikir, stig fyri stig

Næsta skeið verður í September 2024:

Førleikamenning til ítróttalærarar
Fyrsta stigið við Skúlaleikum er, at luttakandi lærarar eru bodnir á skeið á Námi.

Á hesum skeiði fáa lærarar alla neyðuga kunning um Skúlaleikir. Til skeiðið 2024 verður serligur dentur lagdur á tær nýggju ítróttagreinarnar.

  • endamál
  • undirvísingarætlanir
  • undirvísingartilfar til fýra undirvísingarblokkar er ment til hvørja ítróttagrein tillagað menningarstigum hjá næmingunum
  • undirvísing í, hvussu fýra undirvísingarblokkar í ymsu ítróttargreinunum kunnu skipast
  • Undirvísing í, hvussu undanleikir og landsstevna í Skúlaleikum verður skipað.

Næsta stigið er, at lærarar gjøgnumføra tvær undirvísingarætlanir á 4 undirvísingarblokkar.

Við støði í undirvísingartilfarinum leggur lærarin til rættis 4 undirvísingar í hvørji grein.

Sum ein eyka gularót – bæði fyri lærarar og næmingar – hava vit gjørt avtalu við sersambondini um, at um lærarin ynskir tað, kann ein av føroysku venjarunum í ymsu ítróttagreinunum vitja ítróttatíman, ein sokallað skúlavitjan.

Á vári verða undanstevnur skipaðar, har allir flokkar sleppa at royna seg (næstu fer á várið 2025). 

Tey, ið koma víðari frá undanstevnunum  (ein flokkur úr hvørjum øki), luttaka so á landsstevnu í mai 2025.

Við hesi skipanini royna vit at fáa øll við, bæði tey, ið eru við fyri felagsskapin – og tey, sum dáma at kappast. Endamálið er, at næmingarnir skulu hjálpa hvør øðrum, eggja hvønn annan til og soleiðis styrkja samanhaldi.

Alt landið verður býtt í 5 øki, og ein dagur verður settur av til hvørt øki at luttaka í undanstevnu. Tá tú hevur meldað til, fært tú nærri boð um, nær tín flokkur skal luttaka í undanstenvu í Skúlaleikum.

Tað er ÍSF saman við sersambondunum, sum skipað dagarnar.

Dagurin byrjar kl. 09.30 og endar kl. 14.00.

Skráin er hendan: 

  1. Felags upphiting 
  2. Flokkarnir luttaka í 1. ítróttagrein
  3. Ábit
  4. Flokkarnir luttaka í 2. ítróttagrein
  5. Felags samanumtøka, har flokkarnir fáa stig, og vit finna teir flokkarnir, sum skulu umboða økið í landsstevnuni í apríl/mai 2025.

Í apríl/mai 2025 verður landsstevna í Skúlaleikum, har áleið 15 flokkar íalt umboða síni øki, og har vit finna ársins Skúlaleikaflokkar í 4. flokki, í 5. flokki og í 6. flokki.

Hesir flokkar vinna eitt Skúlaleikasteyp, sum tey fáa heim við.

“…hetta er júst tað ítróttalærarar og børn í Føroyum hava brúk fyri – íblástur útifrá og so eina felags uppliving fyri allar næmingarnar… “

Guðrun Jacobsen, lærari

Scroll to Top