Vælkomin til Skúlaleikir
Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Flestu børn røra seg eitt sindur í óskipaðum spæli. Tey klatra, hoppa í trappum og gera ymsar aðrar grundleggjandi spælandi rørslur, ið svara til teirra menningarstig. Ætlanin við Skúlaleikum er at flætta hesar spælandi rørslurnar inn í nakrar ítróttagreinar, sum verða tillagaðar menningarstigið hjá næmingunum. Kravið er einfalt: tað skal vera stuttligt, og øll skulu kunna vera við.
Vónin er, at Skúlaleikir fara at kveikja ein áhuga í rørslu og spæli í gerandisdegnum – eisini uttanfyri skúlatíð.
Ítróttagreinar og floksstig
- 3. floks næmingar fara at royna seg í badminton, fótbóltur, pool, frælsur ítróttur, flogbóltur, bogaskjóting .
- 5. floks næmingar fara at royna seg í hondbóltur, kurvabóltur, tennis, rógving, borðtennis, rørslumegi
- 7. floks næmingar kunnu velja ímillum tríggjar ymiskar forðabreytir við ymiskum ítróttakendum avbjóðingum
Alt byrjar við, at ítróttalærarin skrásetur sín flokk og meldar seg til skeið á Námi.
Skráin fyri skúlaárið 2026/27 sær soleiðis út:
- Juni 2026: Tilmelding til skeið í Skúlaleikum (freistin er fyrst í juli 2026)
- Juni – august 2026: Tilmelding til Skúlaleikir (freist 1. sep. 2026)
- 1. september verður endaligt kunngjørt, hvørjar greinar verða bjóðaðar út í Skúlaleikum í hvørjum økjum.
- September 2026: Skeið í Skúlaleikum verða í september 2026.
- September 2026 – mars 2027: Ítróttalærarar brúka undirvísingartilfarið og kunnu skipa sína undirvísing.
- Várið 2027: Allir flokkar verða bodnir til ein stóran skúlaítróttadag fyri allan árgangin, har tey eisini sleppa at royna ymsu ítróttagreinarnar.
Niðanfyri kanst tú lesa um skúlaleikir stig fyri stig:
Skúlaleikir, stig fyri stig
Næsta skeið verður í September 2026:
Førleikamenning til ítróttalærarar
Fyrsta stigið við Skúlaleikum er, at luttakandi lærarar eru bodnir á skeið á Námi.
Á hesum skeiði fáa lærarar alla neyðuga kunning um Skúlaleikir. Til skeiðið 2026 verða fleiri av nýggju Skúlaleika greinunum á skrá. Tað er viðkomandi at luttaka í skeiðnum og fáa íblástur, hóast mann er ítróttalærari hjá øðrum floksstigum.
Endamál: Geva lærarunum kunning og upplæring í nýggju Skúlaleikagreinunum, soleiðis at lærarar gerast førð fyri at skipa undirvísingarnar sjálvi og gera seg klár til landsstevnur í Skúlaleikum 2027.
Innihald: Á skeiðnum verður fakligur fyrilestur um “rørsluspøl og týdningin av spæli”, og ein um “Skúlaleikir og undirvísingartilfar”.
Harumframt arbeiða lærarar við tveimum ítróttagreinum, ið eru viðkomandi fyri teirra floksstig.
Næsta stigið er, at lærarar skipa nakrar undirvísingar tímar í teimum greinum, sum Skúlaleikir bjóða út í økinum.
Við støði í undirvísingartilfarinum leggur lærarin til rættis nakrar ítróttatímar.
Hetta er 6. árið við Skúlaleikum, og tí hava nógvir lærarar havt vitjan frá ítróttagreinum.
Hetta skúlaárið fara vit at miðja móti at bjóða skúlavitjanir frá teimum ítróttagreinunum, sum megna hetta. Vit miðja móti, at hvør flokkur fær boðið eina skúlavitjan.
Á várið 2027 skipa Skúlaleikir tríggjar stórar stevnudagar. Ein stevna fyri 3. flokkar, ein stevna fyri 5. flokkar og ein stórur skúlaítróttadagur fyri 7. flokkar.
Sostatt hittast næmingar úr øllum landinum til eina stóra stevnu, har vit finna ársins Skúlaleikaflokkar.
Við hesi skipanini royna vit at fáa øll við, bæði tey, ið eru við fyri felagsskapin – og tey, sum dáma at kappast. Endamálið er, at næmingarnir skulu hjálpa hvør øðrum, eggja hvønn annan til og soleiðis styrkja samanhaldi.
Tá tú hevur meldað tín flokk til, fært tú nærri boð um, hvørjar greinar tín flokkur sleppur at luttaka í Skúlaleikum við.
Tað er ÍSF saman við sersambondunum, sum skipað stevnurnar og skúlaítróttadagarnar.
Stevnudagarnar byrja kl. 09.30 og endar kl. 14.00.
Skráin er hendan:
- Felags upphiting
- Flokkarnir luttaka í 1. ítróttagrein
- Ábit
- Flokkarnir luttaka í 2. ítróttagrein
- Felags samanumtøka og vit finna ársins Skúlaleikaflokk.
“…hetta er júst tað ítróttalærarar og børn í Føroyum hava brúk fyri – íblástur útifrá og so eina felags uppliving fyri allar næmingarnar… “
Guðrun Jacobsen, lærari
