Hádeild (7. flokkar)
Í skúlaárinum 2026/27 bjóða vit aftur øllum 7. floks næmingum við til Skúlaleikir.
Stóri skúlaítróttadagurin verður í Gundadali um várið 2027.
*Bussar vera skipaðir til allar flokkar, sum er uttanfyri Tórshavn.
Øll skulu hava egnan matpakka við til Skúlaleikir
Vit heita á øll um at hava ein góðan og sunnan matpakka við til Skúlaleikir. Maturin skal vera einfaldur og lættur at eta, men samstundis geva góða orku. Vit eru saman til ítrótt og rørslu í umleið 4 tímar, og tí hava bæði vøddar og høvd brúk fyri brennievni, tað gevur matpakkin tykkum, tá hann verður etin. Havið tí nóg mikið bæði at eta og drekka við. Soleiðis fáa vit bestu fortreytir at hava ein stuttligan, virknan og orkufullan dag saman.
Hugskot til matpakkan:
Groft breyð, rugbreyð, grov bollar við viðskera so sum ostur, skinka ella livurpostei. Frukt, grønmeti og nøtur – og sjálvandi ein vatndunk við frískum kranavatni.
Minni góð hugskot:
Boom, kips, sodavatn, orkudrykkir, focaccia, dougnuts og pizza.
Um Skúlaleikir í hádeild 2026
Ein ítróttakend forðabreyt við stuttligum avbjóðingum á vegnum
Í 2027 bjóða vit aftur øllum 7. flokkunum í Føroyum til ein spennandi og felagsskapandi Skúlaítróttadag á Hálsi í Havn.
Á stóra Skúlaítróttadegnum verður felagsskapur og undirhald á skrá, síðani gjøgnumføra næmingarnir eina forðabreyt. Skúlaleikir bjóðar 3 ymiskar breytir við fjølbroyttum “ítrótta-avbjóðingum”, har næminganir samlað sær stig til flokkin.
Breytinar eru ymiskar, soleiðis at har er okkurt til øll.
Dagurin endar við, at øll samlast aftur í høllini, har vit taka samanum í felag, telja stig saman og hejra tey, sum hava skara framúr á ymiskan hátt.
Bussar verða skipaðir, soleiðis sum vit skipa hetta í Skúlaleikum fyri miðdeildir.
Forðabreytinar á stóra skúlaítróttadegnum
Á Skúlaítróttadegnum verða flokkar deildir í lið við ca 5 næmingum í hvørjum. Liðini hava møguleika at velja millum tríggjar breytir, sum tey kunnu royna eftir áhuga og førleikum:
Tann hóvliga forðabreytin – Hóvliga breytin setur krøv til taktiskar førleikar, smidleika og tamarhald. Avbjóðingar á hóvligu breyt:
Tann garvilla forðabreyt – Garvilla breytin setur krøv til kropsligar førleikar, styrki og úthaldni. Avbjóðingar á garvillu breyt:
Bólta-forðabreytin – Bólta-breytin setur krøv til bólt førleikar, neyvleika og ferð. Avbjóðingar á garvillu breyt:
Felags fyri allar forðabreytir er at tær eru rørsluríkar, spennandi, avbjóðandi og spælandi.
Hvørt lið fylgist saman gjøgnum alla forðabreytina og loysir tær avbjóðingar, sum eru á teirri breyt, tey hava valt. Um eitt lið hevur valt eina breyt, kann hetta ikki broytast, tá forðarenningin er byrjað.
Á Skúlaítróttadegnum bjóða vit næmingunum av í fjølbroyttum “ítróttakendum” avbjóðingum, sum eru tillagaðar til henda serliga dag. Hetta merkir, at vit ikki fara at kappast í teimum einstøku ítróttargreinunum, sum vit kenna tær. Í staðin hava vit tillagað avbjóðingarnar soleiðis, at flest møguligir næmingar kunnu luttaka á jøvnum føti, meðan vit varðveita gleðina og spenningin, sum ítrótturin gevur.
Avbjóðingarnar eru skipaðar, so liðini kunnu samla stig á hvørjari forðabreyt, og stigini kunnu samanberast millum liðini, uttan mun til hvørja forðabreyt tey hava valt. Hetta gevur øllum møguleikan at kappast og samlað sær stig á jøvnum grundarlagi.
Avbjóðinganar kunnu skipast soleiðis at alt liði samstarvar um at loysa avbjóðingina, ella soleiðis at ein næmingur roynir avbjóðingina á gangin.
Hvørt lið samlar stig við at luttaka og avrika í teimum ymisku avbjóðingunum á breytini. Liðið fær 10 stig fyri at møta upp til hvørja avbjóðing og 1-10 eyka stig, alt eftir hvussu væl avbjóðingin verður loyst.
Við dagslok savnast øll aftur í høllini á Hálsi til eina felags løtu, har vit taka samanum dagin. Stigini, sum hvørt lið hevur savnað, verða tald saman og eitt miðaltal verður roknað út, so at hvør flokkur fær eitt samlað stigatal. Miðaltalið er síðan grundarlagið, tá vinnarin av Skúlaleikum fyri 7. flokkar verður kosin.
Nógv spent og glað børn luttaka hendan dagin. Hetta setur stór krøv til okkum vaksnu um at vera hjálpsom, sjónlig og greið í okkara vegleiðing.
Vit hava tí brúk fyri, at allir lærarar taka ein virknan leiklut hendan dagin. Tað merkir, at tit:
- hjálpa við at telja stig
- hjálpa við at døma dystir
- ansa eftir, at tykkara næmingar eru á rætta stað
- tryggja, at tey gera tað, tey fáa boð um
- og annars stuðla, so at næmingarnir fáa eina góða og trygga uppliving
Saman tryggja vit, at dagurin verður væl skipaður og gevandi fyri øll.
Fleiri avbjóðingar eru uttandura, sum ger tað sera umráðandi er at lata seg í eftir veðriðnum.
Hvørt lið far eitt kort við sær, við øllum ítróttaavbjóðingunum. Nýggj kort vera tøk tá ið tilakið nærkast.
*hesi eru frá 2026*

Nýgg bussætlan verður tøk tá stevnudagurin nærkast.
Bussætlanin 21. apríl 2026, var hendan:
08:00 | Klaksvík-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Klaksvík |
08:00 | Klaksvík-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Klaksvík |
08:20 | Gøtugjógv-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Gøtugjógv |
08:20 | Toftir-Runavík-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Toftir-Runavík |
08:00 | Eiði-Oyrarbakki-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Oyrarbakki-Eiði |
08:00 | Sørvágur-Giljanes-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Giljanes-Sørvágur |
08:00 | Vestmanna-Kvívík-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Kvívík-Vestmanna |
08:15 | Sandur-Tórshavn |
13:30 | Tórshavn-Sandur |
ca 09:00 | Farstøðin (Suðuroyingar)-Gundadal |
Tað er HK bussar sum stendur fyri bussæltanini.
Tel. +298 323320 Mob. +298 233323
