SKÚLALEIKIR fyri 3. flokkar og 5. flokkar
Fyri fyrstu ferð bjóða vit einum floksstigi úr grunddeild til Skúlaleikir.
Sostatt kunnu næmingar í 3. flokki gleða seg til at sleppa til stevnu í Skúlaleikum, aftur í 5. flokki, og so einastu ferð í 7. flokki.
Næmingar í 4. flokki og 6. flokki fáa soleiðis frið til at hugsavna seg um landsroyndir og annars at gleða seg til at sleppa til Skúlaleikir árið eftir.
Tað ber tó væl til at brúka undirvísingartilfar og arbeiða við Skúlaleikum á øllum floksstigum.
Endamálið er at geva læraranum íblástur til undirvísingina og næmingunum eina ítróttaliga uppliving at gleða seg til.

Vónin er, at Skúlaleikir fara at kveikja ein áhuga í rørslu og spæli í gerandisdegnum – eisini uttanfyri skúlatíð.
Ítróttagreinar og floksstig
- 3. floks næmingar fara at royna seg í badminton, fótbóltur, pool, frælsur ítróttur, flogbóltur, bogaskjóting .
- 5. floks næmingar fara at royna seg í hondbóltur, kurvabóltur, tennis, rógving, borðtennis, rørslumegi.
Alt byrjar við, at ítróttalærarin skrásetur sín flokk og meldar seg til skeið á Námi.
Skráin fyri skúlaárið 2026/27 sær soleiðis út:
- Juni 2026: Tilmelding til skeið í Skúlaleikum (freistin er fyrst í juli 2026)
- Juni – august 2026: Tilmelding til Skúlaleikir (freist 1. sep. 2026)
- 1. september verður endaligt kunngjørt, hvørjar greinar verða bjóðaðar út í Skúlaleikum í hvørjum økjum.
- September 2026: Skeið í Skúlaleikum verða í september 2026.
- September 2026 – mars 2027: Ítróttalærarar brúka undirvísingartilfarið og kunnu skipa sína undirvísing.
- Várið 2027: Allir flokkar verða bodnir til ein stóran skúlaítróttadag fyri allan árgangin, har tey eisini sleppa at royna ymsu ítróttagreinarnar.
Niðanfyri kanst tú lesa um skúlaleikir stig fyri stig:
Alt byrjar við, at ítróttalærarin skrásetur sín flokk og meldar seg til skeið á Námi.
Skráin fyri skúlaárið 2025/26 sær soleiðis út:
- Juni 2025: Tilmelding til skeið í Skúlaleikum (freistin er fyrst í juli 2025)
- Juni – august 2025: Tilmelding til Skúlaleikir (freist 1. sep. 2025)
- 1. september verður endaligt kunngjørt, hvørjar greinar verða bjóðaðar út í Skúlaleikum í hvørjum økjum.
- September 2025: Skeið í Skúlaleikum verða í september 2025.
- September 2025 – mars 2026: Ítróttalærarar brúka undirvísingartilfarið og kunnu skipa sína undirvísing.
- Várið 2026: Allir flokkar verða bodnir til ein stóran skúlaítróttadag fyri allan árgangin, har tey eisini sleppa at royna ymsu ítróttagreinarnar.
Niðanfyri kanst tú lesa um Skúlaleikir stig fyri stig:
Skúlaleikir, stig fyri stig
Næsta skeið verður í September 2026:
Næsta skeið verður í September 2026:
Førleikamenning til ítróttalærarar
Fyrsta stigið við Skúlaleikum er, at luttakandi lærarar eru bodnir á skeið á Námi.
Á hesum skeiði fáa lærarar alla neyðuga kunning um Skúlaleikir. Til skeiðið 2026 verða fleiri av nýggju Skúlaleika greinunum á skrá. Tað er viðkomandi at luttaka í skeiðnum og fáa íblástur, hóast mann er ítróttalærari hjá øðrum floksstigum.
Endamál: Geva lærarunum kunning og upplæring í nýggju Skúlaleikagreinunum, soleiðis at lærarar gerast førð fyri at skipa undirvísingarnar sjálvi og gera seg klár til landsstevnur í Skúlaleikum 2027.
Innihald: Á skeiðnum verður fakligur fyrilestur um “rørsluspøl og týdningin av spæli”, og ein um “Skúlaleikir og undirvísingartilfar”.
Harumframt arbeiða lærarar við tveimum ítróttagreinum, ið eru viðkomandi fyri teirra floksstig.
Næsta stigið er, at lærarar skipa nakrar undirvísingar tímar í teimum greinum, sum Skúlaleikir bjóða út í økinum.
Við støði í undirvísingartilfarinum leggur lærarin til rættis nakrar ítróttatímar.
Hetta er 6. árið við Skúlaleikum, og tí bjóða vit ikki skúlavitjanir til allar flokkar. Tó ber til at venda sær til Skúlaleikir og biðja um eina skúlavitjan, um tørvur er á hesum.
Á várið 2027 skipa Skúlaleikir trimum stórum stevnum. Ein til hvørt floksstig (3. flokkar, 5. flokkar og 7. flokkar).
Sostatt hittast næmingar úr øllum landinum til eina stóra stevnu. Vit finna ársins Skúlaleikaflokkar.
Við hesi skipanini royna vit at fáa øll við, bæði tey, ið eru við fyri felagsskapin – og tey, sum dáma at kappast.
Endamálið er, at næmingarnir skulu hjálpa hvør øðrum, eggja hvønn annan til og soleiðis styrkja samanhaldi.
Tá tú hevur meldað tín flokk til, fært tú nærri boð um, hvørjar greinar tín flokkur sleppur at luttaka í Skúlaleikum við. Vit vóna at hava møguleika fyri at bjóða fleksibilitet, soleiðis at tit kunnu hava ynski.
Tað er ÍSF saman við sersambondunum, sum skipa stevnudagarnar.
Dagurin byrjar kl. 09.30 og endar kl. 14.00.
Skráin er hendan:
- Felags upphiting
- Flokkarnir luttaka í 1. ítróttagrein
- Ábit
- Flokkarnir luttaka í 2. ítróttagrein
- Felags samanumtøka og vit finna ársins Skúlaleikaflokk.
“…hetta er júst tað ítróttalærarar og børn í Føroyum hava brúk fyri – íblástur útifrá og so eina felags uppliving fyri allar næmingarnar… “
Guðrun Jacobsen, lærari
