Stevnur
Allar stevnur verða hildnar í Gundadali í Tórshavn.
Skráin fyri dagin verður sum undanfarnu ár; tó er ein broyting. Vit hava strikað allar undanstevnur og bjóða í staðin øllum til eina STÓRA stevnu. Vit savna meginpartin av einum heilum árgangi til ítrótt, rørslugleði og felagsskap. Næmingatalið liggur millum 652 og 682 næmingar. Hetta verður STÓRT!
–
4. flokkar hava stevnu týsdagin 17. mars 2026
Ítróttagreinanar eru: Flogbóltur, borðtennis, hondbóltur og frælsur ítróttur.
Leinkja til yvirlit: Stevnuyvirlit 4 flokkar (við lið nummari)
–
5. flokkar hava stevnu mikudagin 18. mars 2026
Ítróttagreinanar eru: Rógving, tennis, badminton og fimleikur.
Leinkja til yvirlit: Stevnuyvirlit 5 flokkar (við lið nummari)
–
6. flokkar hava stevnu hósdagin 19. mars 2026
Ítróttagreinanar eru: Fótbóltur, bogaskjóting, rørslumegi og kurvabóltur.
Leinkja til yvirlit: Stevnuyvirlit 6 flokkar (við lið nummari)
Øll børn skulu hava egnan matpakka við til Skúlaleikir
Vit heita á øll børn (og foreldur) um at hava ein góðan og sunnan matpakka við til Skúlaleikir. Maturin skal vera einfaldur og lættur at eta, men samstundis geva góða orku. Vit eru saman til ítrótt og rørslu í umleið 4 tímar, og tí hava bæði vøddar og høvd brúk fyri brennievni, tað gevur matpakkin tykkum, tá hann verður etin. Havið tí nóg mikið bæði at eta og drekka við. Soleiðis fáa vit bestu fortreytir at hava ein stuttligan, virknan og orkufullan dag saman.
Hugskot til matpakkan:
Groft breyð, rugbreyð, grov bollar við viðskera so sum ostur, skinka ella livurpostei. Frukt, grønmeti og nøtur – og sjálvandi ein vatndunk við frískum kranavatni.
Minni góð hugskot:
Boom, kips, sodavatn, orkudrykkir, focaccia, dougnuts og pizza.
STEVNUR
AT MINNAST TIL, ÁÐRENN TIT KOMA:
- Tosi dagin ígjøgnum og um, at tað snýr seg fyrst og fremst um felagsskap og rørslugleði fyri øll.
- Venji nøkur “HEPPI-RÓP” (eitt til allan flokkin, tosi um, at liðini eisini kunnu gera sær eitt heppi-róp á degnum)
- Tit eru vælkomin at gera flagg ella skelti ella annað, sum kann skapa stemning á degnum.
- Deili flokkin í jøvn lið á áleið 6 næmingar, býtt eftir hugi og hegni
BUSSAR
Vit bíleggja bussar til allar flokkar uttanfyri Tórshavn.
SKÚLALEIKA TROYGGJUR
- Allir næmingar fáa t-troyggju
ONNUR KLÆÐIR
- Allir næmingar fáa t-troyggju, men skulu sjálvi hava góð ítróttaklæðir við til dagin. Um tykkara ítróttagrein er úti á degnum, so mugu tit hava góð uttandura klæðir við!
UNDIRHALD OG FELAGSSKAPUR
- Felags upphiting, myndatøkur, tónleikur og vertur ígjøgnum dagin.
Dagurin byrjar kl. 9.30 og endar kl. 14.00
Skráin er hendan:
- Vælkomin og felags upphiting, liðini verða sett og øll fáa liðfløgg (meðan næmingarnir hita upp fara lærarar saman í eitt høli at fáa boð um, hvussu vit hjálpast).
- Flokkarnir luttaka í 1. ítróttagrein
- Eta egnan matpakka.
- Flokkarnir luttaka í 2. ítróttagrein
- Felags samanumtøka
Vit hava brúk fyri tínari hjálp!
Nógv spent og glað børn luttaka hendan dagin. Hetta setur stór krøv til okkum vaksnu um at vera hjálpsom, sjónlig og greið í okkara vegleiðing.
Vit hava tí brúk fyri, at allir lærarar taka ein virknan leiklut hendan dagin. Tað merkir, at tit:
hjálpa við at telja stig
Hjálpa við at døma dystir
ansa eftir, at tykkara næmingar eru á rætta stað til røttu tíð
tryggja, at tey gera tað, tey fáa boð um
og annars stuðla, so at næmingarnir fáa eina góða og trygga uppliving
Saman tryggja vit, at dagurin verður væl skipaður og gevandi fyri øll.
