Skúlaleikir og ABC fyri sálarliga heilsu

Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørslugleði fyri øll. Felagsskapurin í flokkinum er í miðdeplinum, og við at bjóða næmingunum til eina stevnu, ynskja vit, at geva teimum eina ítróttaliga uppliving saman sum flokkur.

Á degnum eru nakrar venjingar á skrá, sum hoyra til ítróttagreinarnar, men dagurin snýr seg fyrst og fremst um at geva næmingunum eina felags uppliving, har tey hava tað stuttligt, og har tey stuðla hvørjum og fáa kroppin at flenna saman.

Vit hita upp saman, skipa fyri lissikappingum og øðrum skemtiligum. Vit eggja til, at tey gera sítt egna heppiróp, og vit eggja teimum at finna dirvi til at tosa við næmingar úr øðrum flokkum. Og tá dagurin endar fáa allir flokkar ein posa við nøkrum rørsluleikum í, sum tey kunnu spæla við sum flokkur í fríkvarterunum, tá tey koma heim.

Plakatin, sum er ment til Skúlaleikir snýr seg eisini um at skapa tilvit um at vera virkin, saman og hugbundin.

Allir flokkar, sum eru partur av Skúlaleikum, hava fingið útflýggjaða eina plakat og klistrimerki, sum taka støði í ABC boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin.

Í undirvísingartilfarinum á síðu 5 ber til til at lesa meira um hvussu tit brúka plakatina.

Latið enduliga næmingarnar seta nøkur klistrimerki á sína plakat, meðan tit tosa dagin ígjøgnum, tí tey hava heilt vist uppiborðið tey.

Scroll to Top