Innirógving

SPURNINGAR OG SVAR

Niðanfyri finnur tú nøkur svar, og nærri vit koma skúlabyrjan 2021, tess fleiri svar fært tú.

INNIRÓGVING OG SKÚLALEIKIR?
Í Skúlaleikum verður INNIRÓGVING tillagað til til aldursbólkin, og hetta fær lærarin undirvísing í og undirvísingartilfar til á skeiði á Námi. Næsta skeið verður til skúlaársbyrjan 2022/23.

HVØR KANN LUTTAKA?
Allir 5. flokkar kunnu luttaka. Tað krevur bara, at ítróttalærarin SKRÁSETUR flokkin her:

ÚTGERÐ?
Allir ítróttatímarnir verða skipaðir soleiðis, at venjingarnar kunnu fara fram í kørmum skúlans og í samstarvi við nærindis ítróttafelag.
Hetta verður samskipað av ÍSF og Róðrarsamband Føroya.

STEVNUR, LIÐ OG STIG?
Les um, hvussu vit rógva stafet í innirógving til undanstevnur HER.

TILLAGINGAR TIL SMÁAR FLOKKAR?
Smáir flokkar fáa møguleika at leggja saman við øðrum smáum flokkum, soleiðis at tey saman kunnu luttaka sum eitt lið til Skúlaleikir.

TILLAGINGAR TIL STÓRAR FLOKKAR?
Stórir flokkar fáa vegleiðing í, hvussu ein flokkur kann býtast í lið til at luttaka í Skúlaleikum. 

TILLAGINGAR TIL NÆMINGAR VIÐ SERLIGUM TØRVI?
Til næmingar við serligum tørvi ber til at gera tillagingar í ymsku ítróttagreinunum. Ítróttaráðgevin hjá Parasport kemur fegin út á skúlarnar at ráðgeva um hetta.

UNDIRVÍSINGARTILFAR
Undirvísingartifar til 5. flokk kann lesast og takast niður her.

HEVUR TÚ FRAMVEGIS SPURNINGAR?
Skriva til: Katrin á Neystabø, samskipari av Skúlaleikum á katrin@isf.fo.
Skriva til: Helga Winther Olsen, ítróttarligur ráðgevi hjá Skúlaleikum á hwo@isf.fo.

FÁ YVIRLIT YVIR RÓÐRARFELØG Í FØROYUM.

Scroll to Top