Innirógving til stevnur

Skrá fyri rógving til stevnur:

Fyrstu 30 minuttirnar hita børnini upp saman við vertinum. Lærararnir hittast hesa løtuna at tosa um uppgávurnar hjá lærarunum.

 

Karmar:

  • Lærarin bólkar flokkin í lið á 5-6 næmingar býtt javt eftir kyn, hug og førleika.
  • Eitt hjálparfólk er við hvørja rógvimaskinu (lærarar fáa kunning um hesar uppgávu). Hjálparfólki greiða frá reglum við skiftum og hjálpir næmingunum. 
  • Tíðirnar verða tiknar av telduskipan.
  • Fleiri hjálparfólk eru við rógvimaskinurnar, har vit ikki taka tíð. Hesi stuðla næmingunum og halda teimum til. Øll liðini skulu vera á staðnum allatíðina.

Øki við rógvimaskinum, har vit taka tíð:

  • Eitt lið til hvørja rógvimaskinu
  • 10 maskinur er ígongd hvørjar ferð
  • Øll liðini skulu rógva í 12-16 min. út í eitt.
  • Allir næmingar skulu rógva í minsta lagi tvær ferðir 1 minutt. Onkur kann rógva fleiri minuttir. 
  • Stig: Vit skriva niður samlaða longdina, sum liði rør teir 15 minuttirnar.
Upphitingarøki/fríøki:
  • Her eru næmingarnir saman í liðum og venja skift, leggja eina ætlan og taka sær av løttum.
  • 4 lærarar eru um liðini her.
 

Gott at vita:

Næmingarnir skulu skifta soleiðis:

Her vísir Sverri, hvussu tey kunnu brúka allar tríggjar motorarnar:

 

Scroll to Top