Myndir frá Skúlaleikum
So eru stevnurnar í Skúlaleikum í gongd. Seks av 10 stevnum eru gjøgnumførdar, og vit leggja myndir út her. Tú kanst eisini fylgja við á okkara facebooksíðu, sum eisini eitur Skúlaleikir. Tað er felagsskapur og rørslugleði fyri øll. Betri struðlar Skúlaleikum, sum er skipað í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, Fróðskaparsetur Føroya, Kommunufelagið og Uttanríkis- og Mentamálaráðið.