Frælsur ítróttur til stevnur

Frælsur ítróttur:

Fyrstu 30 minuttirnar hita børnini upp saman við vertinum. Lærararnir hittast hesa løtuna at tosa um uppgávurnar hjá lærarunum.

Karmar:

  • Lærarin bólkar flokkin í lið á 4-5 næmingar býtt javt eftir kyn, hug og førleika.
  • 8-10 lærarar eru kring liðini og hjálpa við at stilla tey í kø osfr.
  • Hesi hjálparfólk greiða frá reglum og hjálpa næmingunum. 
  • Hjálpafólkini virka eisini sum dómarar/telja stig.
  • Tey skulu ígjøgnum trý umfør (renn, kast og lop)
  • Tey fáa eitt miðaltal fyri, hvussu langt liðið hevur lopið og kastað og fyri hvussu skjót tey hava runnið stafett. 

Tey 3 umførini:

Tá vit renna stafet:
  • øll liðini sita í miðjuni og fáa frágreiðingum um, hvussu vit skifta, tá vit renna stafet.
  • 4-5 lið gera seg kláran til at renna stafet, meðan hini liðini sita í miðjuni og eygleiða og heppa.
  • Tað eru 4-5 startir kring vøllin, og hvørt lið skal renna 5 ferðir runt (øll á liðnum skulu renna minimum einaferð).
  • Vit skifta á einum øki uppá 2 metrar og geva ein ertraposa víðari til næsta í køini.
  • Eitt hjálparfólk stendur við hvønn start og og hjálpir við skiftunum og tekur tíð.
  • Soleiðis: 
Tá vit kasta langt:
  • Øll liðni verða sett í køir við ein enda av vøllinum.
  • Eitt hjálparfólk stendur við hvørja kø og hjálpir. 
  • Øll liðini fáa 20 ertraposar í ymiskum litum.
  • Allir næmingar sleppa at royna 2-3 royndarkast.
  • Tá øll hava royndarkasta, renna øll út eftir sínum ertraposum og gera seg kláran til at kasta aftur.
  • Nú fáa øll liðini 5 kast íalt, sum telja. Øll á liðnum skulu kasta minst einaferð.
  • Vit taka eina mynd av vøllinum og skráseta á hvørjum øki ertraposarnir liggja (frá 1-6). Síðani telja vit miðaltalið fyri hvørt lið.
  •  Soleiðis: 
Tá vit leypa: 
  • Øll liðni verða aftur sett í køir við ein enda av vøllinum.
  • Eitt hjálparfólk stendur við hvørja kø og hjálpir.
  • Øll fáa 3 royndarlop.
  • Næmingurin skal leypa aftanfyri eina madrassu og so langt frammum madrassuna, sum gjørligt.
  • Síðani gera øll seg kláran til at loypa, har vit skráseta lopi.
  • Øll liðini fáa 5 lop. Øll á liðnum skulu leypa minst einaferð.
  • Vit skráseta við at leggja eina flata keylu á vøllin, har stóratá á aftansta fóti rakar vøllin.
  • Vit taka mynd, tá øll hava lopi og skráseta innanfyri 6 øki (frá 1-6).
  • Soleiðis: 
  • [/vide

Scroll to Top