Frælsur ítróttur


SPURNINGAR OG SVAR

Niðanfyri finnur tú nøkur svar, og nærri vit koma skúlabyrjan 2021, tess fleiri svar fært tú.

FRÆLSUR ÍTRÓTTUR OG SKÚLALEIKIR?
Í Skúlaleikum verður FRÆLSUR ÍTRÓTTUR tillagaður til til aldursbólkin, og hetta fær lærarin undirvísing í og undirvísingartilfar til á skeiði á Námi tann 30. – 31. august.

HVØR KANN LUTTAKA?
Allir 4. flokkar kunnu luttaka. Tað krevur bara, at ítróttalærarin SKRÁSETUR flokkin her:

ÚTGERÐ?
Allir ítróttatímarnir verða skipaðir soleiðis, at venjingarnar kunnu fara fram í kørmum skúlans og í samstarvi við nærindis ítróttafelag.
Hetta verður samskipað av ÍSF og Frælsur Ítróttur Føroya.

LIÐ OG STIG?
Allur flokkurin luttekur saman, men um flokurin er stórur verður deilt í lið. Samlaða stigatalið fyri flokkin verður miðalúrslitið hjá øllum liðunum. Stiggevingin í t.d. frælsum ítrótt kann samanberast við stiggevingina í flogbólti. Soleiðis ber til at finna ein samlaðan vinnara fyri 4. floksstig. 
Afturat stiggeving fyri hvussu væl næmingarnir standa seg í ítróttagreinunum, fáa tey eisini stig fyri samanhald og heppiróp, og um tey hava luttikið á fólkaheilsuvikuni í skúlanum.

TILLAGINGAR TIL SMÁAR FLOKKAR?
Smáir flokkar fáa møguleika at leggja saman við øðrum smáum flokkum, soleiðis at tey saman kunnu luttaka sum eitt lið til Skúlaleikir.

TILLAGINGAR TIL STÓRAR FLOKKAR?
Stórir flokkar fáa vegleiðing í, hvussu ein flokkur kann býtast í lið til at luttaka í Skúlaleikum. 

TILLAGINGAR TIL NÆMINGAR VIÐ SERLIGUM TØRVI?
Til næmingar við serligum tørvi ber til at gera tillagingar í ymsku ítróttagreinunum. Ítróttaráðgevin hjá Parasport kemur fegin út á skúlarnar at ráðgeva um hetta.

UNDIRVÍSINGARTILFAR
Undirvísingartilfar til 4. flokk kann lesast og takast niður her.

HEVUR TÚ FRAMVEGIS SPURNINGAR?
Skriva til: Katrin á Neystabø, samskipari av Skúlaleikum á katrin@isf.fo.
Skriva til: Helga Winther Olsen, ítróttarligur ráðgevi hjá Skúlaleikum á hwo@isf.fo.

FÁ YVIRLIT YVIR FRÆLSAN ÍTRÓTT Í FØROYUM.

Scroll to Top