Badminton
Fyrstu 30 minuttirnar hita børnini upp saman við vertinum. Lærararnir hittast hesa løtuna at tosa um uppgávurnar hjá lærarunum.
Karmar:
- Lærarin bólkar flokkin í lið á 5-6 næmingar býtt javt eftir kyn, hug og førleika.
- Tvey hjálparfólk eru við hvønn bana (lærarar fáa kunning um hesar uppgávu). Hesi greiða frá reglunum á hvørjum bana, stýra spælinum og telja stigini.
- Ein lærari fær ábyrgd av at taka tíð og boða frá, nær liðini skifta vøll.
- Øll liðini skulu ígjøgnum 5 vallir
- 2 lið eru á hvørjum vølli
- 2 min. verða settir av til at greiða frá reglunum (hetta gera tveir lærarar, sum hava fingið ábyrgd av vøllinum). Hetta skal gerast ímillum hvørt skifti.
Vøllur 1: Rundbólt um egnan bólk á hálvbana
- Næmingarnir samstarva á egnum liðið (eru ikki ímóti nøkrum) um at sláa aftur og fram oftast (“longsta bóltin”).
- Stig: Vit skriva niður talið fyri “longsta bóltin”.
- Reglur: Liðini eru á hvør sínum hálvbana. Ikki loyvi at smasha. Tann, ið servar, skal standa aftanfyri servulinjuna.
Vøllur 2: Postur við servu
- Stig: Vit telja, hvussu nógvir bóltar enda í einum merktum øki.
Vøllur 3: Rundbólt við laki um egnan bólk móti bólki á mótsattu síðu
-
- Lið ímóti liði, men bæði liðini fáa øll síni stig við sær víðari.
- Stig: Liðini fáa stig, tá bólturin fer í gólvi hjá mótsatta liði, men bæði liðini fáa øll síni stig víðari. Um tað t.d. endar 12-10, so fáa liðini ávíkavist 12 stig og 10 stig sær víðari.
- Reglur: Ikki loyvi at smasha. Servan skal yvirum servulinjuna, men nýtist ikki at fara skrátt, sum er eftir vanligum reglum. Tann, ið servar, skal standa aftanfyri servulinjuna.
Vøllur 4: Stafettir við ballón/fríøki
- Stig: Vit telja, hvussu nógvar ballónir koma ígjøgnum ein bana.
Vøllur 5: Rundbólt við samstarvi millum tvey lið á heilum bana, har tey skifta síðu
- Stig: Vit skriva talið niður fyri “longsta bóltin”, sum liðini í felag megna. Bæði liðini fáa tí sama stigatal við sær víðari.
- Reglur: Ikki loyvi at smasha. Servan skal yvirum servulinjuna, men nýtist ikki at fara skrátt, sum er eftir vanligum reglum. Tann, ið servar skal standa aftanfyri servulinjuna. Tá tú hevur ligið bóltin rennur tú høgrumegin yvirum til mótsattu síðu og stillar teg í kø.
Dømi um rundbólt:
Her síggja tit rundbólt “um egnan bólk”.
G.G. tá tað er rundbóltur, har tey skifta síðu, renna tey yvirum mótsattu síðu (høgrumegin) og stilla seg í kø har.