Ársins Skúlaleikaflokkar 2025

Landsstevna í Skúlaleikum 2025

Heili 15 stevnur hava verið hetta skúlaárið, og aftur í ár vóru metnógvir luttakarar og metnógvar ítróttagreinar. Skúlaleikir fevndu um 4.,5. og 6. flokkar úr øllum landinum – og sum nakað nýtt var eisini ein sera væleydnaður dagur fyri 7.flokkar. Alt hetta kunnu vit bjóða okkara ungu, tí tit hava valt tað stuðla og samstarva við okkum um Skúlaleikir.

“Skúlaleikir liva upp til sítt endamál, tí teir eru av sonnum felagsskapur og rørslugleði fyri øll. Tað er eyðsýnt, tá ið tú tekur lut ella eygleiðir eina stevnu.” – Elin H. Joensen, forseti í ÍSF. 

Fimtanda og seinasta stevnan í 2025 hevur nú verið, og Skúlaleikir eru av fyri í ár. Ársins Skúlaleikaflokkar gjørdust: fyri 4. flokkar: Sankta Frans Skúli. Fyri 5. flokkar: Skúlin í Eystur Kommunu. Fyri 6. flokkar: Sørvágs skúli.  

7. flokkarnir kappaðust í judo, fótbólti, styrki, flogbólti, fimleiki, rógving, badminton, taekwondo, klintring, tennis, frælsum ítrótti, Føroya Politi – politiiroyndin, Tórshavnar Sløkkilið – stafett.

Næmingar í miðdeild kappaðust í kurvabólti, rógving, flogbólti, frælsum ítrótti, badminton umframt nýggju greinunum, tennis, bogaskjóting, hondbólti og borðtennis.

Vit takka hjartaliga fyri megnar íkastið frá øllum pørtum. Skeið, undirvísingartilfar, skúlavitjanir ígjøgnum árið, stuðul til ferðing og karmar til stevnur – tað hevði heilt einfalt ikki borið til uttan góðan vilja frá skúlaleiðslum og ítróttalærarum og ikki minst okkara trúgvu samstarvspartnarum og stuðlum.

Nú fara vit at taka samanum farna árið, og síðani seta vit út í kortið fyri komandi Skúlaár. 

Stóra takk fyri í ár øll somul – vit síggjast aftur kring landið komandi ár til enn meiri felagsskap og rørslugleði fyri øll.

 

Scroll to Top