Hádeild (7. flokkar)
74% av ítróttalærarunum siga, at við Skúlaleikum hava tey upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar. Og omanfyri 90% av skúlaflokkum kring landið, sum hava fingið møguleikan, eru aftur tilmeldaðir Skúlaleikum í ár. Góðu afturmeldingarnar og ein nýggj stuðulsavtala við Nordea Grunnin hava givið okkum møguleikan at víðka átakið til eisini at fevna um hádeild. Vit byrja við 7. flokkunum longu hetta skúlaárið, og um hetta eydnast væl, er ætlanin at víðka til 8. og 9. flokkarnar eisini. Harumframt fáa 10. flokkarnir høvið at vera við sum sjálvboðin til stóra Skúlaítróttadagin.
Endamálið við Skúlaleikum fyri 7. flokkar er framhaldandi at kveikja til rørslu og skapa felagsskap bæði í og millum flokkar.
Vit vóna, at tit taka væl ímóti hesum!
Stóri Skúlaítróttadagurin byrjar um:
Um Skúlaleikir í hádeild 2025
Stóri Skúlaítróttadagurin
Ítróttalærarin hevur ábyrgdina av at melda sín flokk til.
Tilmeldaringarfreist er 31. januar 2025.
Opin Hús
Ítróttalærarin meldar sín flokk til opin hús í nærumhvørvinum tá hesi eru opin.
Skúlaleikir eggjar ítróttasambondum og feløgum at hava opin hús. Um ein ítróttalærari hevur samband við eitt felag er viðkomandi lærari meira enn vælkomin at eggja til, ella skipa fyri opnum húsum.
Kalendarin fyri opin hús er niðast á hesari síðuni.
Opin hús – Ein gátt til ítróttalívið í nærumhvørvinum!
Skúlaleikir samskipa og eggja lokalum ítróttafeløgum í bygdini ella býnum um at bjóða skúlaflokkum inn á gátt, har næminganir sleppa at royna ein kveikingartíma. Øll tilmeldaði fáa eitt yvirlit yvir “Opin hús” kring landið, og flokkar kunnu melda seg til kveikingarvitjanir í nærumhvørvinum.
Ynski er at flokkurin fer til ítróttafelagið at vitja, har tey ungu fáa eitt innlit inn í teir ymisku ítróttinir í nærumhvørvinum. Eitt nú við at uppliva hvussu ein vanlig venjing gongur fyri seg, at síggja venjingarhølini, skiftirúmini, útgerðina og venjaran. Hetta kann gera tað tryggari og nemmari hjá tí unga at taka stig til at melda seg um lim í ítróttafelagnum.
Skúlaleikir eggjar ítróttasambondum og feløgum at hava opin hús, men um ein ítróttalærari hevur samband við eitt felag, er viðkomandi lærari meira enn vælkomin at eggja til ella skipa fyri opnum húsum.
Kalendarin fyri opin hús er niðast á hesari síðuni.
Ein ítróttakend forðabreyt við stuttligum avbjóðingum á vegnum
Fríggjadagin 11. apríl bjóða vit øllum 7. flokkunum í Føroyum til ein spennandi og felagsskapandi Skúlaítróttadag á Hálsi í Havn. Tað er ikki eitt krav at hava luttikið í “opin hús”-tiltøkunum fyri at vera við, men tað kann vera eitt gott upplag til Skúlaítróttadagin.
Á stóra Skúlaítróttadegnum verður felagsskapur og undirhald á skrá, síðani gjøgnumføra næmingarnir eina forðabreyt. Skúlaleikir bjóðar 3 ymiskar breytir við fjølbroyttum “ítrótta-avbjóðingum”, har næminganir samlað sær stig til flokkin.
Breytinar eru ymiskar, soleiðis at har er okkurt til øll. Liðini kunnu eftir hugi og hegni velja ímillum.
Dagurin endar við, at øll samlast aftur í høllini, har vit taka samanum í felag, telja stig saman og hejra tey, sum hava skara framúr á ymiskan hátt.
Bussar verða skipaðir, soleiðis sum vit skipa hetta í Skúlaleikum fyri miðdeildir.
Tilmelding til Skúlaítróttadagin tann 11. apríl er longu byrja (MELDA TIL HER), tilmeldingarfreistin er 31. januar 2025.
Forðabreytinar á stóra skúlaítróttadegnum
Á Skúlaítróttadegnum verða flokkar deildir í lið við 3-6 næmingum í hvørjum. Liðini hava møguleika at velja millum tríggjar breytir, sum tey kunnu royna eftir áhuga og førleikum:
Tann hóvliga forðabreytin – Hóvliga breytin setur krøv til taktiskar førleikar, smidleika og tamarhald.
Tann garvilla forðabreyt – Garvilla breytin setur krøv til kropsligar førleikar, styrki og úthaldni.
Bólta-forðabreytin – Bólta-breytin setur krøv til bólt førleikar, neyvleika og ferð.
Felags fyri allar forðabreytir er at tær eru rørsluríkar, spennandi, avbjóðandi og spælandi.
Hvørt lið fylgist saman gjøgnum alla forðabreytina og loysir tær avbjóðingar, sum eru á teirri breyt, tey hava valt. Um eitt lið hevur valt eina breyt, kann hetta ikki broytast, tá forðarenningin er byrjað.
Á Skúlaítróttadegnum bjóða vit næmingunum av í fjølbroyttum “ítróttakendum” avbjóðingum, sum eru tillagaðar til henda serliga dag. Hetta merkir, at vit ikki fara at kappast í teimum einstøku ítróttargreinunum, sum vit kenna tær. Í staðin hava vit tillagað avbjóðingarnar soleiðis, at flest møguligir næmingar kunnu luttaka á jøvnum føti, meðan vit varðveita gleðina og spenningin, sum ítrótturin gevur.
Avbjóðingarnar eru skipaðar, so liðini kunnu samla stig á hvørjari forðabreyt, og stigini kunnu samanberast millum liðini, uttan mun til hvørja forðabreyt tey hava valt. Hetta gevur øllum møguleikan at kappast og samlað sær stig á jøvnum grundarlagi.
Avbjóðinganar kunnu skipast soleiðis at alt liði samstarvar um at loysa avbjóðingina, ella soleiðis at ein næmingur roynir avbjóðingina á gangin.
Hvørt lið samlar stig við at luttaka og avrika í teimum ymisku avbjóðingunum á breytini. Liðið fær 10 stig fyri at møta upp til hvørja avbjóðing og 1-10 eyka stig, alt eftir hvussu væl avbjóðingin verður loyst.
Við dagslok savnast øll aftur í høllini á Hálsi til eina felags løtu, har vit taka samanum dagin. Stigini, sum hvørt lið hevur savnað, verða tald saman og eitt miðaltal verður roknað út, so at hvør flokkur fær eitt samlað stigatal. Miðaltalið er síðan grundarlagið, tá vinnarin av Skúlaleikum fyri 7. flokkar verður kosin.