RØRSLUSKÁAR
Sum ein partur av Skúlaleikum, fer Ítróttasamband Føroya hvønn mánamorgun at senda eitt uppskot til rørsluskáa út til lærarar, sum hava meldað seg til Hoppa&Renn.
Tankin er, at lærarar kunnu brúka hesar rørskuskáar í floksstovuni saman við næmingunum ígjøgnum vikuna. Endamálið er at brúka rørslu til at styrkja møguleikarnar hjá næmingunum at læra.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvussu ymiskar rørsluskáar hóska til ymiskar læringsstøður.
Tak Hoppa&Renn plakatina niður her.
Ein rørsluskái er ein stuttur rørslusteðgur, sum gevur heila og kroppi nýggja orku at arbeiða víðari. Eisini hava rørskuskáarnir til endamáls at styrkja møguleikan hjá næmingunum at læra.
Skáarnir eru flokkaðir í fýra: Pulsur, Samstarv, Hugsavnan og Samskipan.
PULSUR:
Vit fáa pulsin upp. Hetta økir sum møguleikan hjá okkum at minnast tað, sum vit júst hava lært. Heilakyknurnar greina seg sundur og skapa eitt fínmeskað net í heilabarkanum. Og so fáa vit eisini nýggja orku og smílini fram.
SAMSTARV:
Venjingarnar krevja samstarv og skapa álit. Hetta er við til at skapa eitt trygt rúm fyri nýggjari læring. Grundalag og dirvi verða skapt fyri at læra nýtt, royna okkurt nýtt ella at seta forvitnar spurningar.
HUGSAVNAN:
Róligar venjingar vekja og styrkja ans okkara fyri okkum sjálvum, hvørjum øðrum og fyri fakliga innihaldinum, sum vit arbeiða við. Hesar venjingar kunnu eisini vekja okkara empatisku evni og okkara evni at virka í einum felagsskapi.
SAMSKIPAN:
Samskipanarrørslur, sum til dømis rørslur, har vit krossa, eru við til at stimbra heilabjálkan, soleiðis at vit skjótari og skjótari megna at flyta vitan frá aðrari heilahávlu til hina. Hetta hevur jaliga ávirkan á læring, minni, hug og áræði okkara.
RØRSLUSKÁI: Dámar tær tín granna?
Endamál:
- PULSUR – Vit fáa pulsin upp, soleiðis at vit minnast betur tað, sum vit júst hava lært.
- Endamálið við rørslunum er, at næmingarnir fáa pulsin upp.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir standa ella sita í einum ringi. Tit kunnu eyðmerkja plássini við eini keylu, skógvi ella øðrum. Næmingarnir hava tó ikki eitt fast pláss.
Ein næmingur fer yvir til ein annan og sigur hart: “Dámar tær tín granna?”. Næmingurin hevur nú tveir møguleikar (tað hevur týdning, at tað verður svarað hart, soleiðis at øll hoyra):
- “Ja” – og so skulu næmingarnir skifta pláss við síðumannin, áðrenn næmingurin uttan pláss nær at fanga sær eitt pláss áðrenn.
- “Nei, men mær dámar øll við stuttum hári” – og tá skulu øll við stuttum hári skifta pláss við onkran annan við stuttum hári. Næmingurin uttan pláss skal eisini her royna at fanga sær eitt pláss.
- Næmingurin uttan pláss skal síðani spyrja ein nýggjan næming.
Svarmøguleikarnir við at siga NEI eru óendaligir, men skulu sjálvandi vera siðiligir.
Møguleikar:
- Tað er eisini møguligt at hava ein triðja svarmøguleika: Grannakríggj. Og tá skulu øll býta um pláss.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Floks-fitness
Endamál:
- PULSUR – Vit fáa pulsin upp, soleiðis at vit minnast betur tað, sum vit júst hava lært.
- Endamálið við rørslunum er, at næmingarnir røra seg, og samstundis nýta hugflog og kreativitet at gera ymiskar rørslur.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir verða deildir í 2-3 bólkar, sum hvør stillar seg í ein ring.
Ein persónur ger eina rørslu. Síðufelagin endurtekur rørsluna og leggur eina rørslu afturat. Triðji persónur endurtekur tær báðar rørslurnar og leggur eina afturat osfr.
Hini í ringinum kunnu í meðan venja, tó uttan at hjálpa teimum ið eiga tørn.
Tillaga rørslurnar til floksstigið, soleiðis at yngri næmingar gera einklar rørslur, meðan eldru næmingarnir gera torførari rørslur.
Møguleikar:
- Set tónleik frá tá ið ein runda er liðug, royn so umaftur og fylg taktunum í tónleikinum.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Kortspæl
Endamál:
- PULSUR – Vit fáa pulsin upp og arbeiða saman, soleiðis styrkja vit samstarvið í flokkinum.
- Endamálið við rørsluni er, at næmingarnir renna fleiri túrar og soleiðis fáa pulsin upp meðan teir kappast og samstarva.
Lýsing av venjingini:
Deil næmingarnar í fýra bólkar.
Bólkarnir fara í hvør sítt horn í skúlastovuni. Mitt í skúlastovuni liggur ein bunki av kortum. Hvør bólkur fær uppgávuna at samla ein kulør(t.d. hjarta).
Næmingarnir í bólkinum skiftast um at renna inn í miðjuna, taka eitt kort, renna aftur til sín bólk, hyggja eftir kortinum, um kortið er rættan kulør (í hesum førinum hjarta) varðveitir bólkurin kortið.
Er kortið ein annan kulør, rennur næmingurin aftur í miðjuna við kortinum, og soleiðis skiftast næmingarnir til øll kortini eru samlaði. Tann bólkurin ið fyrst hevur samla sín kulør hevur vunnið.
Møguleikar:
- Set tónleik frá hesa løtuna
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Fylg mær
Endamál:
- PULSUR – Vit fáa pulsin upp og arbeiða saman, soleiðis styrkja vit samstarvið í flokkinum.
- Endamálið er, at næmingarnir røra seg og samstundis nýta uppfinnsemi at samanseta rørslur.
Lýsing av venjingini:
Deil næmingarnar í bólkar á 4-5 næmingar.
Allir bólkarnir fara í hvør sína røð.
Tann fremsti í røðini ger eina rørslu, og restin av røðini ger somu rørslu.
Tá ið tekin verður givið, fer tann fremsti í røðini aftast. Tað er nr. 2 í røðini, sum avgerð, hvussu nr. 1 kemur afturum. T.d. millum beinini á hinum í røðini, “hoppa bukk” ella renna einaferð runt um røðina.
Øll í røðini skulu vera fremst einaferð.
Møguleikar
- Gott hugskot at seta tónleik frá hesa løtuna
- Avtala áðrenn, um tað eru krøv til rørslurnar
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi, møguliga tónleik
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: 3 dansa saman
Endamál:
- PULSUR – Vit fáa pulsin upp, soleiðis at vit minnast betur tað, sum vit júst hava lært.
- SAMSKIPAN – Vit venja kropslig samskipan og samstarv.
- Endamálið við rørslunum er, at næmingarnir fáa pulsin upp, samstarva, tora at gera feilir og fáa smílini fram.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman í bólkar á trý.
Bólkurin stillar seg í ein trýkant og næmingarnir leggja hendurnar á akslarnar hjá síðufelagnum.
Nú skulu tey skiftast um at hoppa fram við samlaðum beinum ímillum hini bæði í bólkinum.
Fyrsti næmingurin hoppar inn ímillum hinar báðar næmingarnar, meðan hinir báðir næmingarnir hoppa eitt sindur til síðuna fyri at gera pláss fyri henni/honum. Soleiðis skiftast næmingarnir.
Ferðin økist leypandi.
Hjálp: Tað kann vera eitt gott hugskot at hyggja eftir sjónbandinum fyri at “fanga” mannagongdina.
Møguleikar:
- Set tónleik frá, soleiðis at næmingarnir saman finna taktina.
- Næmingarnir fáa eitt nummar hvør. Ein næmingur sigur eitt nummar og viðkomandi hoppar.
- Er rørslan ov torfør hjá næmingunum, kunnu tey royna rørsluna uttan hendurnar á akslunum.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi, møguliga tónleik
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: 1, 2, 3 mynsturkast?
Endamál:
- SAMSTARV – Við rørslu skapa vit grundarlag fyri einum tryggum læringsumhvørvi, har vit finna dirvi at royna okkurt nýtt og seta forvitnar spurningar,og soleiðis læra okkurt nýtt.
- Endamálið við rørsluni er, at næmingarnir, við samstarvi og uppmerksemi, eru skjótastir at kasta eitt mynstur.
Lýsing av venjingini:
Deil flokkin í bólkar á 5-8 næmingar.
Bólkarnir stilla seg í ring. Hvør bólkur finnur okkurt at kasta við.
Tilvildarliga kasta næmingarnir nú ímillum sín – Øll skulu móttaka, men bert einaferð, síðani kastar man aftur til tann sum byrjaði.
Eitt mynstur er nú gjørt, sum næmingarnir venja nakrar ferðir. Tá ið allir bólkarnir eru klárir, ræður tað um, tá ið lærarin gevur tekin – 1-2-3 NÚ – at gjøgnumføra mynsti skjótast.
Tað er upplagt at gera eina flokskapping t.d. hvør skjótast kastar mynstri tríggjar ferðir.
Møguleikar
- Áðrenn næmingurin kastar víðari skal ein rørsla gerast, t.d. “sprellimaður” ella hoppa.
- Áðrenn næmingurin móttekur skal ein rørsla gerast t.d. hoppa við strektum armum ella niður at nema við gólvið.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Okkurt at kasta við
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Ein kustur í javnvág
Endamál:
- SAMSTARV – Við rørslu skapa vit grundarlag fyri einum tryggum læringsumhvørvi, har vit finna dirvi at royna okkurt nýtt og seta forvitnar spurningar,og soleiðis læra okkurt nýtt.
- Endamálið er, at næmingarnir við rørslu, ansni og samstarvi, koma á mál við uppgávuni.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir stilla seg í tvær rekkjur við andlitinum í móti hvør øðrum. Næmingarnir standa forskotið.
Næmingarnir peika, við arminum strektum, beint fram.
Lærarin leggur ein kust á fingrarekkjuna og næmingarnir skulu nú, við fingrunum, flyta kustin aftur og fram í rekkjuni.
Møguleikar
Um rúm er, kann man, lata kustin, áhaldandi, flyta seg frameftir – Soleiðis at teir næmingarnir ið verða leysir av kustinum í endanum, renna fremst at móttaka kustin.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Snik og Snak
Endamál:
- SAMSTARV OG PULSUR – Við rørslu skapa vit grundarlag fyri einum tryggum læringsumhvørvi, har vit finna dirvi at royna okkurt nýtt og seta forvitnar spurningar,og soleiðis læra okkurt nýtt.
- Endamálið er, at næmingarnir gjøgnum hugsavnan og ansni í felag gjøgnumføra rørsluna.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman tveir og tveir.
Ein eitur Snik og hin eitur Snak.
Lærarin gevur nú boð um hvat næmingarnir skulu gera.
Til dømis:
Snik snúrar Snak tríggjar ferðir runt.
Snak hoppa 5 ferðir.
Snik setur seg á ryggin hjá Snak.
Snak gongur rundanum Snik.
Snik “hoppar bukk” á Snak.
Osfr.
Møguleikar
- Øll pørini ganga runt í einum ringi meðan læraring framvegis gevur boð.
- Víðari: Tá ið lærarin sigur “Snik skal heim” skal Snik renna runt um alla ringin, inn millum beinini á Snak(Makkarin) og inn at nem lærarin.
Tann ið fyrst er, vinnur.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Før pappírið
Endamál:
- SAMSTARV OG SAMSKIPAN – Við rørslu skapa vit grundarlag fyri einum tryggum læringsumhvørvi, har vit finna dirvi at royna okkurt nýtt og seta forvitnar spurningar,og soleiðis læra okkurt nýtt.
- Endamálið við rørsluni er, at næmingarnir við samstarvið, samskipa rørslurnar fyri at gjøgnumføra uppgávuna.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman tveir og tveir og fáa eitt A4-pappír.
Næmingarnir halda í pappírinum við at trýsta hvør sína hond ímóti pappírinum. Man skal brúka flata hond.
Nú skulu næmingarnir føra pappírið, fyrst í gjøgnum beinini á einum næmingini, og síðani í gjøgnum beinini á hinum – uttan at missa ella rukka pappírið.
Møguleikar
- Tveir bólkar fara saman, soleiðis at tað nú eru fýra næmingar saman um eitt pappír.
Næmingarnir stilla seg í ring og føra pappírið í gjøgnum beinini soleiðis at tað kemur runt tvær ferðir.
Skift so veg og ger tað sama hinvegin runt.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eitt A4-pappír til hvørt lið
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: 1, 2, 3
Endamál:
- HUGSAVNAN – Við róligum rørslum styrkja vit okkara uppmerksemi á okkum sjálvi, hvønnannan og á tað fakliga innihaldið, sum vit arbeiða við.
- Endamálið er, at næmingarnir við hugsavnan og ansni saman samskipa rørslur og tøl.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman tveir og tveir og standa við andlitinum ímóti hvør øðrum.
Næmingarnir skiftast at siga tølini 1-2-3.
Næmingur A sigur 1, næmingur B sigur 2, næmingur A sigur 3, osfr. Eftir nakrar umferðir, broytir man 2 til eina rørslu (t.d. bend knæið og klappa lærið).
Soleiðis at næmingur A sigur 1, Næmingur B ger rørsluna, næmingur A sigur 3, osfr.
Síðani skiftir man 3 út við eina rørslu (t.d. mala einaferð runt) og heldur fram nakrar umferðir.
Og so verður eisini 1 talið skift út við eina rørlsu (t.d. eitt hopp).
Tað er týdningarmikið at talið ikki verður sagt saman við rørsluni.
Møguleikar:
- Rørslurnar kunnu vera nógvar og ymiskar, t.d. sprellimann, klemma teg sjálvan, niður at nema við gólvið. Lat næmingarnar sjálvar finna fleiri rørslur.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Hoppispæl
Endamál:
- HUGSAVNAN OG PULSUR – Við róligum rørslum styrkja vit okkara uppmerksemi á okkum sjálvi, hvønnannan og á tað fakliga innihaldið, sum vit arbeiða við.
- Næmingarnir venja ansni og hugsavnan saman við rørslu.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir stilla seg í ring.
Nú skulu vit spæla hoppispæl – eitt spæl har næmingarnir, eftir boðum, hoppa til høgru, vinstru, fram ella aftur. Ein næmingur fer í miðjuna og sigur hart hvussu hini skulu hoppa, t.d. “Til høgru”, “Til vinstru”, “Fram” ella “Aftur”. Næmingarnir gera nú sum sagt verður. Ferðin er soleiðis at øll kunnu vera við.
Dømi: “Til høgru” – “Til høgru” – “Fram” – “Til vinstru” – “Aftur”
Møguleikar:
- Næmingarnir skulu gera tað mótsætta av tí ið verður sagt. t.d. um sagt verður “Til høgru” skulu næmingarnir hoppa til vinstru.
Dømi: “Til høgru” (hoppa til vinstru) – “Fram” (hoppa aftur) – “Til vinstru” (hoppa til høgru) - Næmingarnir endurtaka tað ið sagt verður, men gera tað øvuta.
Dømi: Næmingurin, í miðjuni, sigur “Fram”. Næmingarnir í rundinginum svara “Fram”, men hoppa “Aftur”.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Klappispæl
Endamál:
- HUGSAVNAN OG PULSUR – Við róligum rørslum styrkja vit okkara uppmerksemi á okkum sjálvi, hvønnannan og á tað fakliga innihaldið, sum vit arbeiða við.
- Endamálið við rørsluni er, at næmingarnir skulu hugsavna seg um at halda javnvág.
Lýsing av venjingini:
Být næmingarnar í helvt.
Í tveimum ringum stilla næmingarnir seg andlit til andlits við eini armslongd í millum sín (ein innringur og ein útringur).
Næmingarnir skulu nú fáa mótstøðufólki at missa javnvágina. Tað er bert loyv at skumpa og víkja frá, tað er ikki loyvt at taka í mótstøðufólkið. Tann, ið fyrst flytur føturnar, hevur tapt.
Vinnarin fer í innringin og taparin fer runt at finna sær nýtt mótstøðufólk. Og soleiðis heldur spæli fram.
Møguleikar
- Um ikki er rúm fyri ringum, kunnu næmingar standa runt í pørum. Tá skal næmingurin, ið hevur tapt, siga “øv øv øv” hart, og síðani finna eitt nýtt mótstøðufólk, ið eisini sigur “øv øv øv”.
Vinnarar siga “jes jes jes” og finna sær mótstøðufólk, ið eisini sigur “jes jes jes”.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Navnakabál
Endamál:
- HUGSAVNAN – Við róligum rørslum styrkja vit okkara uppmerksemi á okkum sjálvi, hvønnannan og á tað fakliga innihaldið.
- Endamálið við hesum rørsluskaáa er, at næmingarnir við spæli og rørslu, gerast varug við hvønn annan.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir ganga runt í skúlastovuni.
Tá ið ein næmingur møtir einum øðrum næmingi, taka tey lógvatak og siga: “Góðan dagin”, síðani siga tey sítt navn og býta so um navn. Tað navnið, sum verður sagt er nú navnið á hinum.
Tá ið man so møtir tí næsta í flokkinum, taka tey aftur lógvatak, siga “Góðan dagin” og navnið, sum tey júst hava fingið. Og so býta tey aftur um navn. Og aftur …
Tá ið ein næmingur møtir sínum egna navni, er hann úti úr spælinum.
Møguleikar
- Í staðin fyri at taka í hondina, kunnu tey geva “high five” ella heilsa á annan hátt.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI
: Handa spæl
Endamál:
- SAMSKIPAN OG HUGSVANAN – Vit stimbra heilabjálkan. Hetta hevur jaliga ávirkan á læring, okkara minni og motivatión.
- Endamálið við rørsluni er, at næmingarnir við samstarvið venja síni evni at samskipa rørslur.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir halda armarnar strektar út, soleiðis at teir síggja sínar egnu lógvar og knýta síðani hendurnar.
- Á vinstru hond strekkja tey lítlafingur
- Á vinstru hond strekkja tey tummilin
Síðani skifta teir soleiðis at:
- Á vinstru hond strekkja tey tummilin
- Á høgru hond strekkja tey lítlafingur
Hetta skiftið venja teir soleiðis at teir gera skiftið samstundis á báðum hondum.
Tá ið teir duga tað, fara teir saman tveir og tveir og stilla seg andlit til andlit.
Nú skulu tey spegla hendurnar á hvør øðrum, soleiðis at tey gera rørslurnar samstundis.
Møguleikar
- Er tað ov torført, kann man gera rørsluna við einari hond fyrst, og síðani báðum.
- Er tað ov lætt, kann man krossar armarnar ella venda hendrunum niðureftir.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Listafólk og standmynd
Endamál:
- SAMSKIPAN, SAMSTARV OG HUGSAVNAN – Vit stimbra heilabjálkan. Hetta hevur jaliga ávirkan á læring, okkara minni og motivatión.
- Endamálið við rørsluni er, at næmingarnir hugsavna seg um at skapa.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman tvey og tvey. Ein er listafólk, og hin standmynd.
Listafólkið evnar standmyndina, sum hon/hann vil hava hana at vera.
Næmingarnir skulu hugsa um smálutirnar: Hvussu skulu fingrarnir vera? Skulu eyguni vera opin ella afturlatin? osfr.
Listafólkið brúkar kropsliga kontakt at evna við, tó kann verða tørvur á munnligari vegleiðing, um muðurin skal vera opin, ella eyguni afturlatin.
Eftir td. ein minutt gevur lærarin tekin um, at tíðin er farin. Nú skal listafólkið seta tvær rørslur á standmyndina, t.d. nikka og lift knæið upp og traðka aftur. Tá ið lærarin aftur gevur tekin, skal listafólkið seta ljóð á standmyndina.
Næmingarnir skifta nú leiklut.
Møguleikar
- Set bert eina rørslu á standmyndina
- Set fleiri enn tvær rørslur á standmyndina
- Skift makkara
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5-10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Fanga fremstafingur
Endamál:
- SAMSKIPAN, SAMSTARV OG HUGSAVNAN – Vit stimbra heilabjálkan. Hetta hevur jaliga ávirkan á læring, okkara minni og motivatión.
- Endamálið er, at næmingarnir styrkja síni evni at samskipa ymiskar rørslur og samstundis vísa ansni fyri ikki at verða fangað.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman tveir og tveir, og stilla seg yvirav hvør øðrum.
- Næmingarnir strekkja vinstra arm og venda lógvan uppeftir.
- Næmingarnir strekkja høgra arm og seta peikifingur á vinstra lógva hjá mótstøðufólkinum.
Tá ið lærarin gevur tekin, skulu næmingarnir, við aðrari hondini, royna at fanga peikifingur hjá mótstøðufólkinum og við hinari royna at sleppa sær undan at verða fangaðið.
Skift hendur eftir ein minutt.
Møguleikar
- Næmingarnir stilla seg í ring at gera rørsluna og koyra nú heldur armarnar til síðuna.
– Venda lógvan uppeftir á vinstru hond
– Seta peikifingur á vinstra lógva hjá mótstøðufólkinum - Lærarin kann fortelja eina søgu og hvørjaferð orðið t.d. “hundur” verður sagt, skulu næmingarnir gera rørsluna.
- Tekini kann eisini vera t.d. eitt tal, eitt enskt orð osfr.
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir
RØRSLUSKÁI: Vinaklapp
Endamál:
- SAMSKIPAN OG SAMSTARV – Vit stimbra heilabjálkan. Hetta hevur jaliga ávirkan á læring, minni, hug og áræði okkara.
Lýsing av venjingini:
Næmingarnir fara saman tvey og tvey og gjøgnumføra ymisku klappivenjingarnar, sum eru vístar í sjónbandinum.
- Ven fyrsta partin
- Ven seinna partin
- Ger alla rørsluna samanhangandi
Møguleikar
- Øk ferðina á venjingini
- Set tónleik frá og fylg taktini
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5-10 minuttir
HUGASKÁI: Dagsins avbjóðing
Endamál:
- YMISKT – Næmingarnir sleppa at velja.
Lýsing av venjingini:
Nakrir næmingar fáa “Dagsins avbjóðing”.
Næmingarnir skulu uppfinna ella gera eina kenda rørslu og vísa rørsluna fyri hinum næmingunum.
Allir næmingarnir gjøgnumføra “Dagsins avbjóðing”.
Millum annað kunnu avbjóðingarnar vera dansirørslurnar “Floss” ella “Hype” frá Fortnite.
Møguleikar
Ger ein ætlan fyri, nær hvørjir næmingar sleppa at velja
Stað:
- Skúlastovan
Amboð:
- Eingi
Tíð:
- 5 – 10 minuttir