Hesir flokkar luttaka á landsstevnuni 2023

13 undanstevnur hava nú verið í Skúlaleikum, og nærum 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokki kring landið hava luttikið. Lagið hevur verið sera gott, og grundmálið fyri Skúlaleikir: »Felagsskapur og rørslugleði fyri øll« hevur av sonnum verið snúningspunktið hesar dagarnar.
 
– Skúlaleikir eru ordiliga góðir fyri okkum ítróttalærarar. Tað er so praktfult at sleppa at gera okkurt, sum ikki er “tað vanliga” og at arbeiða fram ímóti onkrum spennandi. Soleiðis segði ein væl nøgdur lærari á veg út úr høllini eftir eina av teimum 13 undanstevnunum í Skúlaleikum. 
Aftur í ár hava bæði næmingar og lærarar latið sera væl at átakinum, nú útvið 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokki kring landið hava luttikið í Skúlaleikum og upplivað felagsskap og rørslugleði fyri øll.
 
Leiðin til landsstevnuna
Teir 13 farnu stevnudagarnir í ymsu økjunum í landinum hava fylgt eini greiðari skrá, og við væluppløgdum ítróttalærarum, dugnaligum umboðum frá ítróttagreinunum og smílandi vertum eru næmingarnir leiddir væl ígjøgnum stevnurnar.
Næmingarnir hava fingið nýggjar vinir, funnið uppá heppiróp, verið við í togtogan og lissikappingum – umframt at tey sjálvandi sluppa at royna ymsar ítróttagreinar. Hvør stevnudagur endaði við, at flokkurin, sum skal umboða økið til landsstevnuna, varð kosin. 
 
løtumyndir frá undanstevnunum.
15 flokkar úr 13 skúlum til landsstevnu
Vit eru glað fyri, at skúlar kring landið eru væl umboðaðir til landsstevnuna í Skúlaleikum 2023. 15 skúlaflokkar úr 13 ymiskum skúlum kring landið sleppa at luttaka til á landsstevnuni 2023, sum verður tann 9. mai. 

 

Fyri 4. flokkar til frælsan ítrótt og flogbólt eru tað næmingar úr:

Kollafjarðar skúla, Hoyvíkar skúla, Skúlanum í Eystur kommunu (B), Santa Frants (A) og Porkerisskúla.

 

Fyri 5. flokkar til badminton og inniróður eru tað næmingar úr:

Kollafjarðar skúla, Skúlanum á Fløtum (B), Skúlatrøð (B), Sandsskúla og Tvøroyar skúla.
 

Fyri 6. flokkar til kurvabólt og rørslumegi eru tað næmingar úr:

Sørvágs skúla, Skúlanum á Argjahamri, Skúlanum úr Eystur Kommunu (B), Skúlanum við Løgmannabreyt og Vágs skúla.   
 
Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir og samskipar leikirnar í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Fólkaheilsustýrið, Føroya Kommunufelag og Fróðskaparsetur Føroya. Betri er høvuðsstuðul.
#felagsskapurogrørslugleðifyriøll
 
Scroll to Top