Støðulýsing av Skúlaleikum oktobur 2022:
Umboð frá ítróttagreinunum fara nú spakuliga ígongd við skúlavitjanir. Og vit ætla at koma ígjøgnum allar skúlavitjaninar áðrenn 31. januar. Onkur av tykkum hevur helst fingið teldupost frá onkrum sambandi, og onkur hevur ikki fingið enn.
6. Flokkar:
Kurvabóltur eru byrjða at skriva út til nakrar skúlar, meðan rørlsumegi byrjar eitt sindur seinni.
5. Flokkar:
Rógving eru byrjað at skriva út til nakrar skúlar, meðan badminton byrjar eitt sindur seinni.
4. Flokkar:
Fræslur ítróttur eru byrjað at skriva til nakrar skúlar, meðan flogbóltur byrjar eitt sindur seinni.
Ábyrgd fyri ítróttagrein saman við ÍSF hevur:
- Kurvabóltur: Magnus Jakobsen
- Rørslumegið: Kristjan Petursson
- Badminton: Guðrun Jacobsen
- Rógving: Magnus Debess Madsen
- Frælsur Ítróttur: Randi Kúrberg
- Flogbóltur: Rógvi Nielsen
Umboð fyri greinarnar seta seg í samband við tykkum, og vit vóna, at tað fer at eydnast at finna eina tíð. Um tað er nakað, sum tit vilja spyrja um, so skriva tit bara til mín (katrin@isf.fo) ella til tann persónin frá greinini, sum hevur skrivað til tykkum.
Tit eru vælkomin at fara ígongd áðrenn tykkara skúlavitjan. Tit hava undirvísingartilfarið, sum er lætt at fara til.
Stevnurnar verða settar á skrá í mars/apríl 2023. Hetta fáa tit nærri kunning um í desember.
Plakat Plakatin til Skúlaleikir er hugsað sum eitt amboð at geva næmingunum motivatión til rørslu – eisini uttanfyri ítróttatíman eisini. Eftirmetingarnar frá í fjør vístu, at tað er gott at samstarva við flokslæraran um plakatina og klistrimerkini fyri rørsluevnini. Vit fara at senda ein kunnandi teldupost út um plakatina, har flokslærarnir eru við. Hetta eru tit vælkomin at kunna flokslærarnar um. Tað er ikki eitt krav at tit brúka klistrimerki og plakat.
NÝTT: Rørsluskáar
Hvønn mánadag sendir ÍSF rørsluskáar út til lærarar. Hetta er ein vikulig heilsan við uppskoti til rørsluskáa, sum mann kann gera í skúlastovuni í øllum lærugreinum og á øllum floksstigum. Vit kalla tað Hoppa og Renn. Um tit ynskja at fáa henda teldupost, so kunnu tit melda tykkum til her.
Vit ynskja tykkum eina góða viku,