Um Skúlaleikir
Íblástur og eina góða felags uppliving saman
Skúlaleikir er eitt skúlaátak sum er samskipað av ÍSF. Høvusðendamálið við Skúlaleikum er at vekja forvitni og gleðina hjá børnunum við at íðka og røra seg.
Bakgrundin fyri hesi verkætlan er m.a. kanning hjá Fólkaheilsuráðnum, sum hevur staðfest, at bert 15% av børnum í Føroyum røra seg nóg nógv.
Eisini benda tøl á, at ein ov lítil partur av børnum í 5. flokki eru virkin í einum ítróttafelag.
Flestu børn røra seg eitt sindur í óskipaðum spæli í gerandisdegnum. Tey klatra, hoppa í trappum og gera ymsar aðrar grundleggjandi spælandi rørslur, ið svara til teirra menningarstig. Ætlanin við Skúlaleikum er at fáa hesar spælandi rørslurnar inn í skúlan ígjøgnum nakrar ávísar ítróttargreinar. Lærarar fáa íblástur uttanífrá og næmingarnir fáa eina fantastiska ítróttaliga uppliving saman.
Vónin er, at børnini fáa íblástur og árræði til at taka lut í onkrum av fantastisku ítróttagreinunum kring landið. Soleiðis at vit í Føroyum fáa fleiri børn virkin – longri.
Endamál
Skúlaleikir skulu …
… geva børnunum gleði við at íðka
… geva børnunum eina ítróttarliga uppliving saman
… geva ítróttarlæraranum íblástur og fakliga sparring
Framtíðin
Ein ætlan er løgd, sum spakuliga skal menna Skúlaleikir ár um ár. Fyri hvørt ár verða fleiri greinar tiknar við, og fyri hvørt ár sleppa fleiri floksstig at luttaka.
Hugsanin er eisini, at aðrar lærugreinir kunnu lofta átakinum – til dømis ber í náttúru og tøkni til at rokna, hvussu nógv watt tú brennir, tá tú rørt í ein tíma – ella í føroyskum at arbeiða við føroyska bátinum. Møguleikarnir eru nógvir, og bert hugflogið avmarkar.
“Skúlaleikir er eitt átak, har vit við felagsskapi, rørslu og gleði vilja geva fleiri føroyskum børnum gleði av okkara fantastisku ítróttagreinum kring landið.”
Elin Heðinsdóttir Joensen, Forseti í ÍSF