Triðja árið á rað hava Skúlaleikir vitjað kring landið, og aftur í ár hevur luttøkan vera sera góð. Næstan 2000 úr næmingar hava luttikið á teimum 13 undanstevnunum kring landið, og stóri landsstevnudagurin verður týsdagin 23. apríl í høllina á Hálsi í Havn. Tá fara 324 næmingar at dystast í teimum seks ítróttagreinunum, sum eru við í Skúlaleikum í ár.
Slagorðið hjá Skúlaleikum er ”felagsskapur og rørslugleði fyri øll”, og tí snúgva stevnudagarnir seg fyrst og fremst um felagsskapin. Øll kunnu verið við, og øll hava ein leiklut á sínum liði.
Næmingarnir heppað á floksfelagar, givið smíl og high-gives, savnað vinir úr øðrum flokkum og yvirhøvur verður stórur dentur lagdur á felagsskapin á degnum. Vælupplagdir lærarar og glaðir næmingar hava roynt seg í seks ítróttagreinum, sum eru lagaðar til skúlaítrótt. Tær eru frælsur ítróttur, flogbóltur, badminton, rógving, kurvabóltur og rørslumegi. Parasport hevur verið størri partur av Skúlaleikum í ár, og tí hava næmingarnir m.a. runnið við og uttan bind fyri eyguni, kasta sitandi og róð stafet uttan at tosa saman.
Hvør stevna endar við, at vit heiðra dagsins hepp, besta felagsskap, og so finna vit tann flokkin, sum samða hevur klárað seg best, og sum tí skal umboða økið til landsstevnuna.
Flokkarnir, sum luttaka til landsstevnuna eru:
- 4. flokkar: Eystur Kommuna, Eysturskúlin, Skúlin við Løgmannabreyt, Tvøroyrar Skúli og Vestmanna Skúli.
- 5. flokkar: Keldan, Skúlin á Fløtum(d), Santa Frants Skúli(a), Skála Skúli, Skúlin í Eystur Kommunu og Vágs Skúli.
- 6. flokkar: Sumbiar Skúli, Skála Skúli, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Fløtum(b) og Skúlin í Eystur Kommunu.
Skráin fyri dagin er:
- Kl. 9.30 – 10.00: Landsstevnan byrjar í Høllini á Hálsi
- Kl. 10.00 – 11.30: Skúlaleikagreinar í Høllini á Hálsi, Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt
- Kl. 11.30 – 12.00: Matarsteðgur
- Kl. 12.00 – 13.30: Skúlaleikagreinar Høllini á Hálsi, Dansifrøi, Gundadalshøllini og á Tórsbreyt
- Kl. 13.30 – 14.00: Steypahandan og øll fáa heiðursprógv
- Kl 14.00: Myndatøka av flokkunum
Øll áhugað eru vælkomin framvið at uppliva góða huglagið.
Betri er høvuðsstuðul og okkara samstarvapartar eru:
Kommunufelagið – Barna- og útbúgvingarmálaráðið – Fróðskaparsetur Føroya – Fólkaheilsustýrið
Sambondini eru:
Frælsur Ítróttur Føroya – Flogbóltssamband Føroya – Badmintonsamband Føroya – Róðrarsamband Føroya – Kurvabóltssamband Føroya – Føroya Styrkisamband – Parasport Føroyar