Yvirlit yvir undanstevnur í Skúlaleikum 2024

Nú nærkast til at fyrstu undanstevnurnar í Skúlaleikum 2024 byrja.

Vit byrja í Klaksvík tann 27. februar, har vit skipa stevnurnar fyri 4. flokkar, 5. flokkar og 6. flokkar. Fyri fyrstu ferð fara vit at skipa stevnur í góðu umstøðunum í Runavík, og eins og hini árini bjóða vit til stevnur við Streymin og í Tórshavn.

Í alt fara áleið 1900 børn at royna seg í 6 ymiskum ítróttagreinum.

Fyri fyrstu fer verður Parasport ein størri partur av stevnudøgunum.

Omanfyri er yvirlit yvir allar undanstevnurnar í Skúlaleikum 2024.

Scroll to Top