Alt kann tillagast

So eru Skúlaleikir 2023/24 í gongd, og í gjár høvdu vit ein væleydnaðan skeiðsdag í Høllini á Hálsi saman við fantastiskum ítróttalærarum.

Serligur dentur var lagdur á paraítrótt og møguleikar at tillaga ítrótt. Hávard Vatnhamar fortaldi um, hansara lívsleið, sum íðkari, og Tróndur Ravnsfjall frá Parasport Føroyum greiddi frá um, hvussu vit kunnu javnseta leikvøllin á ymiskan hátt.

Málið er at skipa tilvit og vísa, at ítróttur kann vera fyri øll. Og júst, sum vit væntaðu, gjørdust venjingarnar enn stuttligari, tá vit royndu tær við ymiskum tillagingum.

Hetta er triðja árið við Skúlaleikum, og aftur í ár kunnu vit gleðast um stóru luttøkuna. Áleið 90 skúlaflokkar og fleiri enn 1900 næmingar eru tilmeldað úr 4. 5. og 6. flokkum kring alt landið.

Í ár bjóða vit somu ítróttagreinar, sum undanfarin ár, men Parasport Føroyar er ein enn størri partur av leikunum. Undirvísingartilfarið er víðariment við ítøkiligum uppskotum til, hvussu ein ítróttalærari kann skipa ein ítróttatíma við ymiskum tillagingum.

Næstu mánaðirnar fáa skúlaflokkarnir skúlavitjanir frá ítróttagreinunum, og til várs 2024 eru stevnur á skrá, har allir flokkarnir eru bodnir við.

Her eru nýggjastu undirvísingarheftini.

 

Scroll to Top