Tilmeldingin til Skúlaleikir 2023/24 er opin!

Skúlaleikir 2023/24 – við serligum denti á paraítrótt

Skúlaleikir 2023/24 fara at líkjast sær sjálvum við somu ítróttagreinum fyri 4., 5. og 6. flokkar, men komandi skúlaár fara vit at leggja størri dent á paraítrótt. 

Hetta fer at merkja skeiðið fyri lærarum á Námi, sum í stóran mun fer at snúgva seg um møguligar tillagingar til ítróttagreinarnar. Undirvísingartilfarið verður eisini tillagað við dømum um venjingar. Og til stevnurnar 2024 verðanakrar av venjingunum við tillagingum. Eitt dømi um hetta kundi verið, at ein næmingur á hvørjum liði skal hava bind fyri eyguni ella bert kann brúka ein arm ella eitt bein. 

Meldið tykkara flokk til Skúlaleikir 2023/24 her

Málið er at skapa tilvit og vísa, at ítróttur kann vera fyri øll, og at venjingarnar enntá kunnu gerast enn stuttligar, tá vit mugu samstarva um at hjálpa einum, sum t.d. hevur bind fyri eyguni. Og hetta fer heilt vist at finna smílini fram.

Hávard Vatnhamar verður partur av Skúlaleikum 2023/24

Vit eru so heppin, at Hávard Vatnhamar fegin vil vera partur av Skúlaleikum komandi skúlaár, og vit kunnu tí øll gleða okkum til at hoyra meira frá Hávardi í samband við Skúlaleikir 2023/24. 

Vit minnast øll, tá Hávard Vatnhamar bar Merkið inn á Olympiska leikvøllin í Tokyo í 2020 á Paralympisku leikunum, og Hávard er framvegis virkin og skal luttaka í fleiri altjóða kappingum í 2023.

Meðan vit bíða kunnu vit fáa smílini fram við hesum myndum:

Vit takka hjartaliga samstarvspørtunum, sum eru: Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya. Og Betri, sum er høvuðsstuðul.

 

Scroll to Top