Skeið í Skúlaleikum 2024/25

Eitt væleydnað skeið, har vit søgdu vælkomin við tær fýra nýggja ítróttagreinarnar í Skúlaleikum:

Tennis, Boðaskjóting, hondbóltur og borðtennis.

Og niðurstøðan á degnum var, at hesar allar rigga frálíka væl.

Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru eru 10 ítróttagreinar við í Skúlaleikum fyri miðdeildir.

Næsta stigi er at planleggja skúlavitjanir og lærarar fara við næmingunum at brúka ítróttatímarnar til at fyrireika seg til Skúlaleikastevnurnar 2025. Vit senda sjálvandi kunning út, so skjótt, sum alt er klárt.

Undirvísingartilfar til allar ítróttagreinarnar – eisini tær nýggju – liggur her.

 

Skráin fyri skúlaárið 2024/25 er hendan: 

 

    • 13. september: Skeið fyri ítróttalærarum 

    • September – feburar: Skúlavitjanir á skúlum kring landið

    • Mars/apríl 2025: Stevnur kring landið

 

Scroll to Top