Skúlaleikir ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól

Hjartans tøkk fyri gott samstarv í 2021. Í felag hava vit sett floksfelagsskapin og rørslugleðina í ítróttatímanum á skrá. Vit gleða  okkum at halda áfram í 2022.

Nógv spennandi er á skrá í árinum, sum kemur:
  • Frá januar til mars 2022 bjóða vit venjing í frælsum ítrótti og í badminton.
  • Í apríl 2022 verða undanstevnur í Skúlaleikum kring landið. Betri bjóðar Skúlaleika t-troyggjur til allar næmingar og  lærarar.
  • Í mai 2022 verður stóra landsstevnan.
  • Í juni 2022 lata vit upp fyri tilmeldingum til Skúlaleikir 2022/23. Tá er ætlanin, at øll í miðdeildunum kring landið sleppa við.

Takk fyri, at tit eru við til at gera alt hetta møguligt.

Gleðilig jól og gott nýggjár.

Scroll to Top