Hesa vikuna hava vit verið so heppin at hava vitjan av Sverra Sandberg Nielsen, sum umboðar Skúlaleikir.
Vit møttu glaðum og sera spentum børnum. Góður felagsskapur í flokkunum og fantastisk rørslugleði. Næmingarnir høvdu eisini nógvsr og góðar spurningar til Sverra, tey fingu autografar og nógvar selfies sjálvandi.
Eftir vitjanina segði ein lærari soleiðis: “Næmingarnir vóru so glað og nøgd. Onkur segði, at tey vildi royna at rógva. Og tað sum var serliga stuttligt var, at ØLL kundu luttaka á jøvnum føti. T.d. var onkur so serstakligs glaður, tí fyri fyrstu fer vann hann. Og eg vænti, at fleiri næmingar hava havt hesa kensluna.”
Felagsskapur og rørslugleði fyri øll.