Hvønn flokk skal Sverri vitja?

Vit leitaðu okkum út á Námsvísundadeildina hjá Fróðskaparsetrinum, har okkara ítróttaráðgevi Helgi Winther Olsen arbeiðir til dagligt. Helgi fekk loyvi at velja millum øll nøvnini, sum hava sent okkum ynksi um at fáa Sverri Sandberg út at vitja teirra flokk.

Her síggja tit lutakastið.

Vinnararnir gjørdust tveir 5. flokkar.

  1. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum hava sent okkum film av, tá tey hava verið í Róðraneystinum og roynt rógvimaskinurnar har – løtumynd sæst her.
  2. Hoyvíkarskúli, sum hava sent okkum mynd, har næmingarnir vitja ein føroyskan bát og rópa hart, at tey vilja fegin fáa Sverra á vitjan.



Nú gleða vit okkum til at koma út at hoyra og sígga felagsskap og rørslugleði.

Vit síggjast í viku 42.

Scroll to Top