Ársins Skúlaleikaflokkar 2026

Nú er greitt, hvørjir flokkar kunnu kalla seg ársins Skúlaleikaflokkar 2026:

4. flokkar: Skúlin á Fløtum
5. flokkar: Vestmanna skúli
6. flokkar: Skúlatrøð
7. flokkar: Skúlin á Fløtum  

Endabresturin var týsdagin, tá stóri ítróttadagurin fyri 7. flokkar var á skrá. Hetta var enn ein serlig uppliving. Sólin skein og Gundadalur var fullur av næmingum, sum sloppu at royna seg í heili 18 ymiskum ítróttagreinum. Stemningurin var framúr.

Ein lærari tók soleiðis til eftir dagin:

“Hesin dagurin var so góður – heilt perfektur. Tað var so frítt, og so nógvar ymiskar ítróttagreinar. Hetta MÁ vera komið fyri at vera!”

Vit kunnu ikki annað enn vera samd.

Við einari luttøku á gott 2500 næmingar – yvir 90% av øllum boðnum skúlaflokkum – prógva Skúlaleikir, at hetta er eitt bæði viðkomandi og væl dámt tilboð. Eftirmetingarnar siga tað sama:

Allir lærarar – 100% – svara, at tey eru “sera væl” ella “væl” nøgdir.

Tí er tað við stórari gleði, at vit kunnu staðfesta, at Skúlaleikir halda fram á sætta ári skúlaárið 2026/27!

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

Tá Skúlaleikir vórðu sett á stovn fyri fimm árum síðani í samstarvi við Betri samtakið, var málið greitt: At skapa eitt ítróttatiltak, sum kveikir rørslugleði og styrkir felagsskap og byggir brýr millum skúla og ítróttafeløg.

Orðini, vit hava arbeitt út frá, eru framvegis kjarnin: “Felagsskapur og rørslugleði fyri øll.”

Myndirnar tala fyri seg – tær lýsa gleði, orku og samanhald. Sólin skínur, og vælupplagdar ítróttagreinar bíða eftir spentum næmingum og lærarum, og tá kann mann ikki biðja um meira. 

Stóra takk til øll, sum gera hetta møguligt

Vit vilja takka Betri samtakinum, sum øll árini hevur verið høvuðsstuðlum, Nordea grunninum sum eisini stuðlar og okkara samstarvspørtunum: Mentamálaráðnum, Kommunufelagnum, Heilsustýrinum og Fróðskaparsetri Føroya.

Somuleiðis ein hjartans tøkk til allar 21 ítróttagreinarnar  og til stóra hópin av ítróttalærarum, sum ár um ár velja at vera partur av Skúlaleikum, og fáa alt at gang upp í eina hægri eind.

Vit gleða okkum longu til komandi skúlaár!

(Her eru myndir frá øllum fýra stevnudøgunum. Tað eru Ólavur Frederikssen, Sissal Kj. Kristiansen og Hans Erik Danielsen).

Scroll to Top