- 3. flokkar (hesi sleppa at royna tvær av hesum ítróttagreinunum: badminton, fótbóltur, pool, frælsur ítróttur, flogbóltur, bogaskjóting.
- 5. flokkar (hesi sleppa at royna tvær av hesum ítróttagreinunum: hondbóltur, kurvabóltur, tennis, rógving, borðtennis, rørslumegi.
- 7. flokkar sleppa at velja ímillum tríggjar ymiskar forðabreytin við ítróttakendum avbjóðingum.
Eisini er tilmeldingin til skeið fyri lærarum í Skúlaleikum er eisini opin á nam.fo. Á skeiðnum 2026 verður dentur lagdur á tær nýggju ítróttagreinarnar, sum verða partur av Skúlaleikum í ár.
Meira um Skúlaleikir:
Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir. Skúlaátakið verður skipað í góðum samstarvi við ítróttasambondini, MMR, Kommunufelagið, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya. Betri stuðlar leikunum, og breiða samstarvið ger, at vit tryggja fakliga góðsku, fígging og góðar karmar. Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørlsugleði fyri øll. Alt undirvísingartilfar, skúlavitjanir og stevnur hava til endamáls at skapa karmar og huglag, har pláss er fyri øllum. Endamálið við Skúlaleikum er at geva lærarum fakligan íblástur og at geva næmingunum góðar ítróttaligar upplivingar.


