Eitt brak av eini landsstevnu

“Felagsskapur og rørslugleði fyri øll” – Tað er endamálið, og tað er av sonnum tað, sum vit hava upplivað seinastu vikurnar við Skúlaleikastevnum kring landið og einum braki av eini landsstevnu.

300 næmingar frá 15 flokkum kring landið hittust til landsstevnu í Skúlaleikum. Hesir flokkarnir kláraðu seg best til undanstevnurnar, og skuldu tí umboða hvør sítt øki í landinum til landsstevnuna.

Til landsstevnuna var nógv á skránni. Næmingarnir royndu seg í ítróttagreinunum, vit høvdu flotta vitjan av Sverra Sandberg Bielsen, har var hepp, tónleikur og felags upphitin, og so var skipað fyri stórari navnakapping ígjøgnum dagin. Tann flokkurin, ið lærdi seg flest nýggj nøvn ígjøgnum dagin slapp at royna seg í lissukapping móti Sverri Nielsen – einum av okkara størstu ítróttanøvnum.

Tað var eisini spenningur til tað seinasta og vælnøgdir ítróttalæarar.

Dagurin endaði við, at Evy Jacobsen frá Betri, sum er høvuðsstuðul, handaði Skúlaleikasteyp til 4. B frá Sankta Frans Skúli og 4. B frá Á Skúlatrøð. Og hjá 5. flokkunum endadu næmingar úr Skúlin við Løgmannabreyt á pallinum.

Takk!

Takk til ítróttalærarar kring alt landið, takk til okkara høvuðsstuðul Betri og takk til samstarvspartarnar Fólkaheilsuráðið, Føroya Kommunufelag, Fróðskaparsetur Føroya og Uttanríkis- og mentamálaráðið. Takk til greinarnar Flogbóltssamband Føroya, Badmintonsamband Føroya, Frælsur Ítróttur Føroya, Róðrarsamband Føroya RSF og Parasport Føroyar. Og hjartans tøkk til Bjørk og Onnu Mariu, sum hava leitt okkum ígjøgnum øll heppini.

Skúlaleikir 2022/23

Avgerð er longu tikin um, at Skúlaleikir verða bjóðaðir út aftur komandi skúlaár,  at 6. flokkarnir eisini verða bodnir verða við, og at hesi sleppa at royna seg í kurvabólti og rørslumegi.

Vit gleða okkum til komandi skúlaár við Skúlaleikum.

Melda tín flokk til her.

Ólavur Frederikssen hevur tikið frálíku myndirnar👇

Leinkja til myndasavn er her.

Leinkja til myndasavn er her.

 

Scroll to Top