ÍSF bjóðar aftur til Skúlaleikir

Eftir eina væleydnaða byrjan, fer Ítróttasamband Føroya komandi skúlaárið aftur at bjóða næmingum til Skúlaleikir. Í ár bjóða vit allari miðdeildini, tvs. frá 4. flokki til 6. flokk í føroysku fólkaskúlunum. 

Ítróttagreinarnar kurvabóltur og rørslumegi verða lagdar afturat teimum fýra greinunum, sum longu eru partur av Skúlaleikum. 

Sostatt bjóða vit heili seks greinar til skúlaárið 2022/23:

  • Frælsan ítrótt
  • Flogbólt
  • Badminton
  • Innirógving
  • Kurvabólt
  • Rørslumegi 

Skúlaleikir innihalda skeið fyri lærarum á Námi, sum eisini fáa undirvísingartilfar og møguleika fyri skúlavitjan frá ítróttagreinini, og so verður skipað fyri stevnum, har næmingar sleppa at royna seg í nøkrum ítróttagreinum. 

Tit kunnu melda flokkarnar til HER

Tilmeldingarfreistin er tann 1. september 2022.

Nærum 1200 næmingar vóru tilmeldaðir Skúlaleikir farna skúlaár, og vónin er, at luttøkan verður eins góð í ár.

Meira um Skúlaleikir:

Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir, sum er eitt breitt samstarv millum fleiri partar. Hetta tryggjar fakliga góðsku, fígging og góða atgongd til góðar karmar. 

Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørlsugleði fyri øll, og alt tilfar, skúlavitjanir og stevnur taka støði í hesum – alt skapa karmar og huglag, har tað er pláss fyri øllum. 

Endamáli við Skúlaleikum er at geva lærarum íblástur og tilfar til ítróttatíman, og at geva næmingunum eina ítróttauppliving sum flokkur, sum snýr seg um felagsskap og rørslugleði.

Samstarvspartar eru: Fólkaheilsuráðið, Fróðskaparsetrið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið.
Betri stuðlar Skúlaleikum.

Les meira um Skúlaleikir.

Scroll to Top