Seinastu trý árini hava Skúlaleikir savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum kring alt landið til “felagsskap og rørlsugleði”. Og fjóðra árið á rað bjóðar Ítróttasamband Føroya Skúlaleikir til miðdeildir kring alt landið.
Endamálið við Skúlaleikum er at kveikja til rørslu – eisini uttanfyri skúlatíð. Hetta gera vit við at geva ítróttalærarum hugskot og tilfar til ítróttatíman, og næmingunum fáa ítróttaligar upplivingar, har tað snýr seg um at royna nýggjar ítróttagreinar og at arbeiða saman sum flokkar.
Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru eru 10 ítróttagreinar við í Skúlaleikum fyri miðdeildir.
Borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur eru nýggjar greinar. Meðan flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum.
Tá ein flokkur meldar seg til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF í samstarvi við sambondini skeið fyri lærarunum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Hartil bjóða vit eina skúlavitjan til hvønn flokk og allir flokkar fáa eisini í boði at luttaka á spennandi undanstevnum kring landið.
Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er tann 1. september 2024.
Skráin fyri skúlaárið 2024/25 er hendan:
- Fram til 1. september: Tilmelding
- 13. september: Skeið fyri ítróttalærarum
- September – feburar: Skúlavitjanir á skúlum kring landið
- Mars/apríl 2025: Stevnur kring landið
Flokkar kunnu melda seg til Skúlaleikir her.