Helgi er ítróttarligur ráðgevi í samband við Skúlaleikir. Hetta merkir, at Helgi leggur til rættis allar undirvísingarætlanirnar saman við sersambonunum. Tilfarið er væl skipað og tekur hædd fyri, at lærarin kann hava ein góðan tíma við børnunum, har tey bæði læra førleikar og royna rørslur, sum serliga merkja ávísu ítróttagreinina. Helgi stendur eisini fyri eini granskingarverkætlan, sum skal siga okkum nakað um, hvørt hesin hátturin at skipa ítróttarfakið gevur næmingunum hug og árræði at luttaka í ítróttarligum virksemi.
Helgi Winther Olsen hevur m.a. útbúgving í ítrótti og didaktikki.