Tá øll lyfta í felag, ber alt til!

Stórt felagsátak

Av tí, at Betri er høvuðsstuðul, og Mentamálaráðið og kommunurnar eisini eru við í átakinum, nýtist skúlunum ikki at hugsa um meirkostað hvørki til skeið, vikarar ella flutning í sambandi við Skúlaleikir. 
Sersambondini menna uppskot undirvísingartilfar til fýra vikur, og tí er tað lætt at fara ígongd hjá ítróttalærarunum. Tað krevur bert ynski um førleikamenning og síðani at arbeiða við greinunum í tær ásettu fýra vikurnar. 
Av tí, at ÍSF skipar fyri, krevst einki annað av skúlunum og lærarunum enn at melda til, undirvísa og síðani møta upp til stevnurnar. 
Fólkaheilsuráðið og Helgi Winther Olsen tryggja rørsluligu góðskuna av átakinum, og syrgja fyri, at stuttleiki og spæl allatíðina er í miðdeplinum. Eisini verður ein kognitiv granskingarverkætlan gjørd, sum skal kanna, hvussu hugburðurin til rørslu og ítrótt broytist hjá næmingunum ígjøgnum tilgongdina. 
Og at sersambondini og føroyskar ítróttarstjørnur eisini eru við kann skapa eitt forvitni til at royna lokalu ítróttartilboðini, tá Skúlaleikir eru lidnir. 

Í stuttum vilja vit geva børnunum møguleika at vera virkin í sunnum felagsskapum við vaksnum venjarum og í mennandi umhvørvi. Vit vita, at tað hevur góð árin á bæði lívsgóðsku, sjálvsálit og kensluna av at hoyra til.

Framtíðin

Ein ætlan er løgd, sum spakuliga skal menna Skúlaleikir ár um ár. Fyri hvørt ár verða fleiri ítróttargreinar tiknar við, og fyri hvørt ár sleppa fleiri floksstig eisini at luttaka. 

Hartil er avtala gjørd við Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum um, at Skúlaleikir verður eitt evni, ið tey læraralesandi, ið velja ítróttarbreytina, fáa undirvísing í. 

Hugsanin er eisini, at aðrar lærugreinir kunnu lofta átakinum. Til dømis ber í náttúru og tøkni til at rokna, hvussu nógv watt skulu til, fyri at rógva í ein tíma. Í føroyskum ber til at arbeiða við føroyska bátinum. Møguleikarnir eru nógvir, og bert hugflogið avmarkar.   

Fokus verður eisini sett á tiltakið í almenninginum, tí Fólkaheilsuráðið fer at skipa fyri breiðum, almennum fólkaheilsuátøkum í sambandi við skúlaleikirnar. 

Gott høvi verður somuleiðis hjá lokalu ítróttarfeløgunum at lofta teimum næmingunum, hvørs áhugi verður kveiktur, og soleiðis fáa tey inn í góðar og sunnar felagsskapir. 

Vit byrja nú eftir summarferiuna. Men hetta er bara byrjanin.

Komið øll við til Skúlaleikir!

Scroll to Top