So eru stevnurnar í Skúlaleikum í gongd. Seks av 10 stevnum eru gjøgnumførdar, og vit leggja myndir út her. Tú kanst eisini fylgja við á okkara facebooksíðu, sum eisini eitur Skúlaleikir.
Tað er felagsskapur og rørslugleði fyri øll.
Betri struðlar Skúlaleikum, sum er skipað í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, Fróðskaparsetur Føroya, Kommunufelagið og Uttanríkis- og Mentamálaráðið.