Rørslumegi til stevnur

Rørslumegi

Fyrstu 30 minuttirnar hita børnini upp saman við vertinum. Lærararnir hittast hesa løtuna at tosa um uppgávurnar hjá lærarunum.

Karmar:

  • Lærarin bólkar flokkin í lið á 5-6 næmingar býtt javt eftir kyn, hug og førleika.
  • Venjingarnar til stevnurnar umfata 3 rørslur, har allar endurtøkurnar av einari rørslu eru liðnar áðrenn fari verður víðari.

  • Hvørt lið er á 5-6 næmingar, og tað er bert loyvi at gera upp til 10 endurtøkur og so skal skiftast til næsta næming. Tvs. mann kann gera minni enn 10 endurtøkur, men tað kann vera, at tað skal vera minimum 3-5 endurtøkur. Hetta fáa tit nærri kunning um. 

  • Á hvøjrum posti eru tveir lærarar sum hava ábyrgd og virka sum dómarar. Hesi vegleiða, telja endurtøkur, taka tíð og tryggja, at endurtøkur liva upp til standard. Henda leiklut fáa lærarar, tó ikki fyri egna, flokk (og tí eru altíð tvey við hvønn post).

  • Tað er týdningarmikið, at lærarar hyggja væl eftir leinkjunum av venjingunum niðanfyri – bæði so tit kunnu geva so góða frálæru sum gjørligt, men eisini so tit eru so góðir og rættvísir dómarar sum gjørligt.

  • Liðini skulu ígjøgnum 3 postar íalt. Og væntandi tekur hetta íalt um 12 minuttir at gjøgnumføra.

  • Nøkur lið arbeiða í senn, meðan hini liðini sjálvandi heppa og skapa góðan og jaligan stemning.

Venjingarnar eru hesar (broytingar kunnu koma):

Postur 1:

150 AirSquat 

Postur 2:

150 Kettlebell Swing (umleið 8 kg)

Postur 3:

150 Box step ups (50 cm høgur kassi)

Venjingarnar verða eisini gjøgnumgingnar væl á degnum, áðrenn farið verður ígongd.

Scroll to Top