Skúlaleikir tryggjaðir til og við 2027

Betri, sum síðani byrjan hevur verið høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum, hevur játtað at halda á við stuðlinum. Harumframt hevur ÍSF fingið stuðul frá Nordeagrunninum, sum eisini sær stóra virðið í Skúlaleikum. Tí eru leikirnir tryggjaðir nøkur ár fram.

Teir eru ein sólskinssøga. Skúlaleikir, sum seinastu trý árini hava savnað skúlar og flokkar kring landið.

– Skúlaleikir geva so nógv. Vit fáa rørslu inn í miðdeildina í skúlanum, vit eggja ítróttalærarum til, samstundis sum tað eisini er sosialt, stuttligt – og eitt sindur av kapping. Hevur tú verið til eina slíka stevnu, ivast tú ikki longur í, hvat rørslugleði er, sigur Elin H. Joensen forseti í ÍSF.

 Skúlaleikir trý ár fram

Undirtøkan fyri Skúlaleikum er óalmindiliga góð. Nærum 2000 næmingar vóru við í ár. Tað eru umleið 90% av næmingunum í 4., 5. og 6. flokkunum í Føroyum.

Afturmeldingarnar eru góðar. 74% av ítróttalærararnir siga, at tey við Skúlaleikum hava upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar. Og omanfyri 90% av lærarunum siga seg vilja vera við aftur komandi ár. 

Eisini næmingarnir taka sera væl ímóti Skúlaleikum. Tað merkist á góða lagnum, tá ið stevnurnar eru, at ítróttagleði og samanhald eru í miðdeplinum. 

Eisini ítróttagreinarnar, sum eru við og leggja lag á leikirnar, lata væl at. Og fleiri ítróttagreinar ynskja at vera við frameftir. 

Tá ið nú afturmeldingarnar eru so góðar, er tað sera gleðiligt, at eisini stuðlarnir síggja virði í leikunum.

– Betri hevur síðani byrjan verið høvuðsstuðul, og vit eru so sera fegin um, at Betri hevur játtað at stuðla at stuða komandi trý árini afturat. Við Betri og Nordeagrunninnum eru Skúlaleikir tryggjaðir fleiri ár fram, sigur Katrin Dam á Neystabø, sum samskipar leikirnar. 

Hetta kemur væl við, tí hjá ÍSF arbeiða tey við at menna leikirnar. Ætlanin er at skipa ein stóran rørsludag fyri hádeild, har allir næmingar frá sama árgangi hittast, og har enn fleiri ítróttagreinar eru við. Ætlanin er, at næmingarnir í hádeild fáa fleiri valmøguleikar at velja ímillum ymsar rørslugreinar. 

– Men einki hevði borið til uttan góðar stuðlar og samstarvspartnarar. Nú verða tað Betri og Nordeagrunnurin, sum bera leikirnar fíggjarliga, og vit vóna at halda fram við góða samstarvinum við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið, Fólkaheilsustýrið og Setrið. Vit eru longu byrja at gleða okkum til minst tríggjar Skúlaleikir frameftir, staðfestir Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Nordeagrunnurin hevur valt at stuðla Skúlaleikum við íalt 2,3 milliónum næstu trý árini. Nordeagrunnurin stuðlar verkætlanum og virksemi, sum styrkja lokala trivnaðin í Føroyum.

Tilmeldingin til Skúlaleikir 2024/25 letur upp tann 1. juni 2024.

Scroll to Top