Kundu tit hugsa tykkum at fingið vitjan av Sverra Sandberg Nielsen?

Sverri Sandberg Nielsen umboðar Skúlaleikir, og í vikuni høvdu Skúlaleikir vitjan av Sverra. Vit hava víst honum tykkara plakat og greitt frá, hvussu tit arbeiða nú. Sverri vil fegin koma út at heilsa uppá nakrar flokkar í vikuni eftir heystfrítíðina, tá hann aftur er í Føroyum. 

Sverri bæði dugir og tímir sera væl at rógva og spæla flogbólt. Og um tit tíma at seta honum spurningar, so vil hann fegin seta eina løtu av til eitt óformelt prát.

Sverri hevur nógvar tankar um týdningin av at fáa øll við, og hann minnist væl, hvussu tað var at ganga í skúla og at tíma okkurt væl, og als ikki at tíma okkurt annað.

Send eina mynd frá tykkara ítróttatíma og sig stutt, hví tit vlija fáa Sverra á vitjan, so kasta vit lut um millum innkomnu myndirnar.

FREIST: 11. oktober

Send til: skulaleikir@isf.fo

Scroll to Top