Skrá fyri rógving til stevnur:
Fyrstu 30 minuttirnar hita børnini upp saman við vertinum. Lærararnir hittast hesa løtuna at tosa um uppgávurnar hjá lærarunum.
Karmar:
- Lærarin bólkar flokkin í lið á 5-6 næmingar býtt javt eftir kyn, hug og førleika.
- Eitt hjálparfólk er við hvørja rógvimaskinu (lærarar fáa kunning um hesar uppgávu). Hjálparfólki greiða frá reglum við skiftum og hjálpir næmingunum.
- Tíðirnar verða tiknar av telduskipan.
- Fleiri hjálparfólk eru við rógvimaskinurnar, har vit ikki taka tíð. Hesi stuðla næmingunum og halda teimum til. Øll liðini skulu vera á staðnum allatíðina.
Øki við rógvimaskinum, har vit taka tíð:
- Eitt lið til hvørja rógvimaskinu
- 10 maskinur er ígongd hvørjar ferð
- Øll liðini skulu rógva í 12-16 min. út í eitt.
- Allir næmingar skulu rógva í minsta lagi tvær ferðir 1 minutt. Onkur kann rógva fleiri minuttir.
- Stig: Vit skriva niður samlaða longdina, sum liði rør teir 15 minuttirnar.
Upphitingarøki/fríøki:
- Her eru næmingarnir saman í liðum og venja skift, leggja eina ætlan og taka sær av løttum.
- 4 lærarar eru um liðini her.
Gott at vita:
Næmingarnir skulu skifta soleiðis:
Her vísir Sverri, hvussu tey kunnu brúka allar tríggjar motorarnar:
Her vísa Magnus og Mattias, hvussu næmingarnir skulu skifta til stevnurnar: