Rørslumegi

STUTT UM RØRSLUMEGI:

Rørslumegi byggir á venjingar frá Crossfit. Í venjingunum verða náttúrligu (funktionellu) rørslurnar í kroppinum nýttar. Tað verður farið burtur frá tøknini og aftur til upprunan og náttúruna. Venjingin er bygd á væl grundaða vitan og heildarhugsan. Dentur verður lagdur á heildarmegi (fitness), orku, styrki og fimi, ið hevur týdning í dagligdegnum, í ítrótti og í mun til heilsu yvirhøvur. 
  • Venjingin verður altíð tillaga í mun til støði hjá tí luttakandi.
  • Øll eru við, uttan mun til kyn og aldur.
  • Vit nýta nátúrligu rørslurnar, vit standa, sita, kasta, toga, lyfta, skumpa, klintra, renna og hoppa.
  • Allar rørslurnar gagnnýta fleiri kropsliðir og vøddar og hetta stimbrar alla
    kropsheildina skjótari.
  • Megi er at rokna sum styrki, fimi og orka.
  • Venjingin kann vera ymisk, í longd, rørslu, endurtøkum og tyngd.
  • Vit venja spakuliga og skjótt, tungt og lætt, við fleiri endurtøkum og fáum endurtøkum.
  • Venjingin kann vera sosial. Vit stríðast saman og samstundis stuðla venjarar alla tíðina
    einstaklinginum og tryggja rætta dyggleikan og rættar rørslur.
  • Vit nýta kroppin, vektstengur, kettlebells, fimleikaringar og togendar, stengur at hála
    okkum upp í, medisinbóltar, hoppibond, vektsletur, dekk og annað.

SPURNINGAR OG SVAR

Niðanfyri finnur tú nøkur svar, og nærri vit koma skúlabyrjan 2022, tess fleiri svar fært tú.

RØRSLUMEGI OG SKÚLALEIKIR?
RØRSLUMEGI er ein skúlaítrótt, sum byggir á rørslu frá CrossFit. Greinin er tillagað til aldursbólkin, og hetta fær lærarin undirvísing í og undirvísingartilfar til á skeiði á Námi.  Næsta skeið verður til skúlaársbyrjan 2022/23.

HVØR KANN LUTTAKA?
Allir 6. flokkar kunnu luttaka. Tað krevur bara, at ítróttalærarin SKRÁSETUR flokkin HER:

ÚTGERÐ?
Allir ítróttatímarnir verða skipaðir soleiðis, at venjingarnar kunnu fara fram í kørmum skúlans og í samstarvi við nærindis ítróttafelag.
Hetta verður samskipað av ÍSF og Styrkisambandi Føroya.

STEVNUR LIÐ OG STIG?
Næmingarnir verða deildir í lið á umleið 5 næmingar og royna seg í ymiskm avbjóðingum sum eitt lið.

TILLAGINGAR TIL SMÁAR FLOKKAR?
Smáir flokkar fáa møguleika at leggja saman við øðrum smáum flokkum, soleiðis at tey saman kunnu luttaka sum eitt lið til Skúlaleikir.

TILLAGINGAR TIL STÓRAR FLOKKAR?
Stórir flokkar fáa vegleiðing í, hvussu ein flokkur kann býtast í lið til at luttaka í Skúlaleikum. 

TILLAGINGAR TIL NÆMINGAR VIÐ SERLIGUM TØRVI?
Til næmingar við serligum tørvi ber til at gera tillagingar í ymsku ítróttagreinunum. Ítróttaráðgevin hjá Parasport kemur fegin út á skúlarnar at ráðgeva um hetta.

UNDIRVÍSINGARTILFAR
Undirvísingartilfari kann takast við her.

HEVUR TÚ FRAMVEGIS SPURNINGAR?
Skriva til: Katrin á Neystabø, samskipari av Skúlaleikum á katrin@isf.fo.

Leinkja til Styrkisamband Føroya.

Scroll to Top