Skúlaleikir eru felagsskapur og rørslugleði fyri øll.
Fyrsta vikan við Skúlaleikum 2023 er av, og tað hevur verið ein frálík vika.
Endamálið við Skúlaleikum er fyrst og fremst at geva ítróttarlæraranum íblástur og amboð til ítróttatíman. Og at geva næmingunum ítróttarliga upplivingar saman. Soleiðis kann Ítróttasamband Føroya vera við til at kveikja til rørlsu og byggja eina brúgv millum skúla og tað felagslív, sum vit vita er so gott.
Fyrstu stevnudagarnir í ár hava boðað frá góðum. Vælupplagdir ítróttalærarar. Glað og spent børn, sum hava fingið sveittan á pannuna og roynt nýggjar ítróttagreinar. Tey hava heppað uppá floksfelagar og heilsað uppá børn úr øðrum skúlum, tey hava funnið uppá heppiróp og savnað nøvn til teirra vinaplakat, og soleiðis kempað seg til at luttaka í lissukapping og togtogan. Stevnudagarnir enda við, at vit kunngerða, hvør flokkur skal umboða økið til landsstevnuna, sum verður í mai 2023. Higartil skulu hesi luttaka: 4. b í Skúlanum í Eystur Kommunu, 5. b av Skúlatrøð og bæði 4. og 5. flokkur úr Kollafirði.
4 av 13 undanstevnum eru altso avgreiddar, og næstu 9 stevnurnar verða komandi tvær vikurnar í Tórshavn, í Vestmanna, í Klaksvík, á Argjum og í Vági.
Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir og samskipar leikirnar í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Fólkaheilsustýrið, Føroya Kommunufelag og Fróðskaparsetur Føroya.#Betri er høvuðsstuðul.