Flogbørn til stevnur

Flogbørn:

Fyrstu 30 minuttirnar hita børnini upp saman við vertinum. Lærararnir hittast hesa løtuna at tosa um uppgávurnar hjá lærarunum.

Karmar:

  • Lærarin bólkar flokkin í lið á 3-5 næmingar býtt javt eftir kyn, hug og førleika.
  • Tvey hjálparfólk eru við hvønn vøll (lærarar fáa kunning um hesar uppgávu).
  • Hesi hjálparfólk greiða frá reglum við skiftum og hjálpir næmingunum. 
  • Hjálpafólkini virka eisini sum dómarar.
  • Liðini verða býtt út á vallir, har tey spæla móti hvør øðrum.
  • Hvør dystur er áleið 5-7 min. (alt eftir, hvussu nógv lið tey eru). 
  • Tey fáa 2 klistrimerki fyri at vinna ein dyst, og 1 klistrimerki fyri at spæla javnt.

Soleiðis spæla vit (sum undirvísingartilfarið vísir á):

  • Byrja við einari undirhondsservu.
  • Bólturin verður loftaður hinumegin ella ein leikari kann gera baggerslag ella fingraslag.
  • Flyti runt á vøllinum hvørja ferð bólturin fer yvirum netið.
  • Kasta yvir netið við undirhondskasti ella smassja bóltin yvirum.
  • Um ein leikari missir bóltin, kastar út av vøllinum ella kastar í netið, fer leikarin út.
  • Fyri at fáa leikara inn aftur eftir ein feil, er neyðugt at gera baggerslag ella fingraslag, og at ein annar leikari loftar.
  • Um bert ein leikari er eftir á vøllinum, skal viðkomandi gera baggerslag ella fingraslag og síðani lofta sjálvur.
  • Leikarar skifta pláss alt eftir, hvussu nógvir leikarar eru á vøllinum, sum víst er á myndini niðanfyri.

 

Scroll to Top