Skeið í Skúlaleikum 2024/25

Eitt væleydnað skeið, har vit søgdu vælkomin við tær fýra nýggja ítróttagreinarnar í Skúlaleikum: Tennis, Boðaskjóting, hondbóltur og borðtennis. Og niðurstøðan á degnum var, at hesar allar rigga frálíka væl. Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru eru 10 ítróttagreinar við í Skúlaleikum

LES MEIRA »

Fýra ítróttagreinar verða lagdar afturat Skúlaleikum í ár

Seinastu trý árini hava Skúlaleikir savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum kring alt landið til “felagsskap og rørlsugleði”. Og fjóðra árið á rað bjóðar Ítróttasamband Føroya Skúlaleikir til miðdeildir kring alt landið. Endamálið við Skúlaleikum er at kveikja til rørslu – eisini uttanfyri skúlatíð. Hetta gera vit við at geva ítróttalærarum hugskot og tilfar til

LES MEIRA »

Skúlaleikir tryggjaðir til og við 2027

Betri, sum síðani byrjan hevur verið høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum, hevur játtað at halda á við stuðlinum. Harumframt hevur ÍSF fingið stuðul frá Nordeagrunninum, sum eisini sær stóra virðið í Skúlaleikum. Tí eru leikirnir tryggjaðir nøkur ár fram. Teir eru ein sólskinssøga. Skúlaleikir, sum seinastu trý árini hava savnað skúlar og flokkar kring landið. – Skúlaleikir

LES MEIRA »

Ársins Skúlaleikaflokkar 2024

4. flokkar: Skúlin í Eysturkommunu B 5. flokkar: Skála skúli 6. flokkar: Skúlin við Løgmannabreyt Her eru myndir frá endabrestinum í Skúlaleikum 2024, tá 324 næmingar úr øllum Føroyum høvdu ein lívligan dag í sólini í Havn. Næstan 2000 børn hava luttikið í Skúlaleikum í ár, sum er triðja árið á rað. Eitt ár við Skúlaleikum

LES MEIRA »

Yvirlit yvir undanstevnur í Skúlaleikum 2024

Nú nærkast til at fyrstu undanstevnurnar í Skúlaleikum 2024 byrja. Vit byrja í Klaksvík tann 27. februar, har vit skipa stevnurnar fyri 4. flokkar, 5. flokkar og 6. flokkar. Fyri fyrstu ferð fara vit at skipa stevnur í góðu umstøðunum í Runavík, og eins og hini árini bjóða vit til stevnur við Streymin og í

LES MEIRA »

Alt kann tillagast

So eru Skúlaleikir 2023/24 í gongd, og í gjár høvdu vit ein væleydnaðan skeiðsdag í Høllini á Hálsi saman við fantastiskum ítróttalærarum. Serligur dentur var lagdur á paraítrótt og møguleikar at tillaga ítrótt. Hávard Vatnhamar fortaldi um, hansara lívsleið, sum íðkari, og Tróndur Ravnsfjall frá Parasport Føroyum greiddi frá um, hvussu vit kunnu javnseta leikvøllin

LES MEIRA »

Tilmeldingin til Skúlaleikir 2023/24 er opin!

Skúlaleikir 2023/24 – við serligum denti á paraítrótt Skúlaleikir 2023/24 fara at líkjast sær sjálvum við somu ítróttagreinum fyri 4., 5. og 6. flokkar, men komandi skúlaár fara vit at leggja størri dent á paraítrótt.  Hetta fer at merkja skeiðið fyri lærarum á Námi, sum í stóran mun fer at snúgva seg um møguligar tillagingar til ítróttagreinarnar.

LES MEIRA »

2000 næmingar luttóku á Skúlaleikum 2023

9. mai var endabrestur á ársins Skúlaleikum, tá 15 flokkar hittust til endabrakið á Hálsi í Havn. Seks ítróttagreinar vóru á skrá: Frælsur ítróttur, flogbóltur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi. Næstan 2000 næmingar úr 4., 5. og 6. flokkum kring alt landið hava tikið lut í Skúlaleikum hetta skúlaárið.  ”Hetta hevur verið heilt fantastiskt at

LES MEIRA »
Scroll to Top