Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

“Felagsskapur og rørslugleði fyri øll”. Tað er slagorðið fyri nýggja átakið »Skúlaleikir«, ið fer av bakkastokki eftir summarferiuna – og sum í dag letur upp fyri tilmeldingum á skulaleikir.fo. Skúlaleikir er eitt átak, har vit við felagsskapi, rørslu og gleði vilja geva fleiri føroyskum børnum gleði av okkara fantastisku ítróttagreinum kring landið. – Elin Heðinsdóttir

LES MEIRA »

Helgi Winther Olsen er ítróttarligur ráðgevi hjá Skúlaleikum

Helgi er ítróttarligur ráðgevi í samband við Skúlaleikir. Hetta merkir, at Helgi leggur til rættis allar undirvísingarætlanirnar saman við sersambonunum. Tilfarið er væl skipað og tekur hædd fyri, at lærarin kann hava ein góðan tíma við børnunum, har tey bæði læra førleikar og royna rørslur, sum serliga merkja ávísu ítróttagreinina. Helgi stendur eisini fyri eini

LES MEIRA »

Tá øll lyfta í felag, ber alt til!

Stórt felagsátak Av tí, at Betri er høvuðsstuðul, og Mentamálaráðið og kommunurnar eisini eru við í átakinum, nýtist skúlunum ikki at hugsa um meirkostað hvørki til skeið, vikarar ella flutning í sambandi við Skúlaleikir. Sersambondini menna uppskot undirvísingartilfar til fýra vikur, og tí er tað lætt at fara ígongd hjá ítróttalærarunum. Tað krevur bert ynski um

LES MEIRA »
Scroll to Top