Kunning

Sverri kveikti lív í

Hesa vikuna hava vit verið so heppin at hava vitjan av Sverra Sandberg Nielsen, sum umboðar Skúlaleikir.Vit møttu glaðum og sera spentum børnum. Góður felagsskapur í flokkunum og fantastisk rørslugleði. Næmingarnir høvdu eisini nógvsr og góðar spurningar til Sverra, tey fingu autografar og nógvar selfies sjálvandi. Eftir vitjanina segði ein lærari soleiðis: “Næmingarnir vóru so …

Sverri kveikti lív í LES MEIRA »

Hvønn flokk skal Sverri vitja?

Vit leitaðu okkum út á Námsvísundadeildina hjá Fróðskaparsetrinum, har okkara ítróttaráðgevi Helgi Winther Olsen arbeiðir til dagligt. Helgi fekk loyvi at velja millum øll nøvnini, sum hava sent okkum ynksi um at fáa Sverri Sandberg út at vitja teirra flokk. Her síggja tit lutakastið. Vinnararnir gjørdust tveir 5. flokkar. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum …

Hvønn flokk skal Sverri vitja? LES MEIRA »

Kundu tit hugsa tykkum at fingið vitjan av Sverra Sandberg Nielsen?

Sverri Sandberg Nielsen umboðar Skúlaleikir, og í vikuni høvdu Skúlaleikir vitjan av Sverra. Vit hava víst honum tykkara plakat og greitt frá, hvussu tit arbeiða nú. Sverri vil fegin koma út at heilsa uppá nakrar flokkar í vikuni eftir heystfrítíðina, tá hann aftur er í Føroyum.  Sverri bæði dugir og tímir sera væl at rógva …

Kundu tit hugsa tykkum at fingið vitjan av Sverra Sandberg Nielsen? LES MEIRA »

Sjøtul á Skúlaleikir

Fyrr í vikuni varð sjøtul settur á Skúlaleikir, tá út við 50 ítróttarlærarar úr øllum landinum savnaðust í Høllini á Hálsi í Havn til ástøðiligara og praktiska undirvísing. Næsta stigið er at skapa rørslugleði og samanhald úti í skúlunum.  Skúlaleikir byggja á fýra ymiskar ítróttargreinarnar, sum næmingarnir skulu luttaka í hetta komandi árið: rógving, frælsan …

Sjøtul á Skúlaleikir LES MEIRA »

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll

“Felagsskapur og rørslugleði fyri øll”. Tað er slagorðið fyri nýggja átakið »Skúlaleikir«, ið fer av bakkastokki eftir summarferiuna – og sum í dag letur upp fyri tilmeldingum á skulaleikir.fo. Skúlaleikir er eitt átak, har vit við felagsskapi, rørslu og gleði vilja geva fleiri føroyskum børnum gleði av okkara fantastisku ítróttagreinum kring landið. – Elin Heðinsdóttir …

Felagsskapur og rørslugleði fyri øll LES MEIRA »

Helgi Winther Olsen er ítróttarligur ráðgevi hjá Skúlaleikum

Helgi er ítróttarligur ráðgevi í samband við Skúlaleikir. Hetta merkir, at Helgi leggur til rættis allar undirvísingarætlanirnar saman við sersambonunum. Tilfarið er væl skipað og tekur hædd fyri, at lærarin kann hava ein góðan tíma við børnunum, har tey bæði læra førleikar og royna rørslur, sum serliga merkja ávísu ítróttagreinina. Helgi stendur eisini fyri eini …

Helgi Winther Olsen er ítróttarligur ráðgevi hjá Skúlaleikum LES MEIRA »

Tá øll lyfta í felag, ber alt til!

Stórt felagsátak Av tí, at Betri er høvuðsstuðul, og Mentamálaráðið og kommunurnar eisini eru við í átakinum, nýtist skúlunum ikki at hugsa um meirkostað hvørki til skeið, vikarar ella flutning í sambandi við Skúlaleikir. Sersambondini menna uppskot undirvísingartilfar til fýra vikur, og tí er tað lætt at fara ígongd hjá ítróttalærarunum. Tað krevur bert ynski um …

Tá øll lyfta í felag, ber alt til! LES MEIRA »

Scroll to Top